Løgtingsformaðurin legði fyri løtu síðan tingfundin í dag niður, tí andstøðan gjørdi av at fara av fundinum. Fylgjan av tí var, at tað sótu bert 16 samgongutingfólk eftir og tað eru ov fá til at avgreiða eina atkvøðugreiðslu.
Les eisini: Tingfundur niðurlagdur: Ov fá til staðar
Orsøkin til mótmæli frá andstøðuni var, at tey mettu ikki at málið um persóns-, húsfólk-, og arvarætt, var búgvið at atkvøða fyri í løtuni.
Teir fýra andstøðuformennirnir heittu á løgtingsformannin um at útseta málið, inntil landsstýrismálanevndin var liðug at viðgera kæruna um sama mál.
- Viðgerðin av málinum í landsstýrismálanevndini er liðug og latin løgmanni, men vit vildu hava kæruna avgreidda áðrenn málið kom fyri tingið. Tað bleiv bara kveistra til viks, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Tá kæran frá andstøðuni soleiðis bleiv skúgva til viks, mettu andstøðutingfólkini ikki, at samgongan veruliga var áhuga í at hoyra hvat tey høvdu at siga. Tískil valdu tey at fara av fundinum.










