Tey, sum fáa sær hutapumpur at hita hús og vatn við, skulu nú verjast betur.
Landsstýrið fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tey, sum fáast við at seta hitapumpur upp heima hjá fólki, skulu lúka ymisk krøv og verða góðkend av myndugleikunum.
Tað merkir, at tað bara kunnu vera góðkendir installatørar, sum seta hitapumpur upp. Samstundis skulu eisini sjálvar hitapumpurnar góðkennast fyri at tryggja, at tær lúka ávís krøv.
Eitt endamál er eisini at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógv hús hava hitapumpur og tí skal Umhvørvisstovan hava upplýsingar um hitapumpur, sum verða settar upp.
Eftir orkupolitikkinum hjá landsstýrinum, skal minst helvtin av upphitingini av sethúsum og bygningum verða fráa varandi orkukeldum í 2025. Væntandi verða hitapumpur ein týðandi partur av tí og tí er neyðugt at seta krøv til hitapumpurnar, og tey, sum seta tær upp, fyri at tryggja eitt gott úrslit, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í viðmerkingunum til uppskotið.