Ferðslutrygd: Óhappini gerast álvarsamari

Um hámarksferðin verður hækkað upp um 80 km um tímin, so er hugsandi, at fólk fara at koyra uppaftur skjótari

Um hámarksferðin verður hækkað upp um 80 km um tímin, so er hugsandi, at fólk fara at koyra uppaftur skjótari.

 

Tað skrivar Ferðslutrygd.

 

– Hugsast kann, at nýggja hámarksferðin eisini kemur undir trýst, so at fleiri av teimum, sum í dag koyra 90, tá fara at koyra oman fyri 90, sigur Ferðslutrygd.

 

Tey halda, at tað eisini er hugsandi, at ferðmunurin millum tey løttu ella skjótu akførini og tey tungu ella seinu fer at økjast, um hámarksferðin verður sett upp.

 

– Tað verður verri at yvirhála, tí at breytirnar verða sundurskildar, og trupulleikar kunnu standast av vegamótinum. Samstundis vísa kanningar, at ferðsluóhappini gersast álvarsligari, tá ið ferðin verður sett upp.

 

Vansarnir við at hækka hámarksferðina eru sostatt nógvir, heldur Ferðslutrygd.

 

– Tann størsti er, at óhappini gerast álvarsamari. Avleiðingarnar av at gera ein feil gerast størri. Harafturat verða sannlíkindini fyri óhappum størri. Eisini vera færri yvirhálingarmøguleikar, tí sýnið skal vera enn betri fyri at kunna yvirhála, sigur Ferðslutrygd.