Streymur tarnar línuflotanum

Streymurin er harður, og veðrið verður ringt fyrst í vikuni sum kemur.

- Tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi og koma helst inn at landa mánadagin. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at trý frystilínuskip eisini fiska í íslendskum sjógvi, men óvist er, nær tey landa.

 

- Trý línuskip eru undir Føroyum. Tvey av hesum koma inn at landa mánadagin. Triðja línuskipið, sum er undir Føroyum, er nýliga byrjað túr og landar tí neyvan í næstu viku.

 

Streymurin hevur verið harður hesar seinastu dagarnar, og væntandi loysa fleiri línuskip, tá streymviðurskiftini aftur verða høgligari.

 

- Streymurin er harður, og veðrið verður ringt fyrst í vikuni sum kemur. Tí kann roknast við útróðri nú um vikuskifti - og so kanska aftur seinni í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at teir, sum fiska við línu, fáa nakað av hýsu, men teir, sum í løtuni fiska við snellu, fáa næstan bara tosk.