Ruðuleiki valdar á Tvøroyri og ein stórur partur av íbúgvunum eru farnir úr býnum. Fólk, sum in.fo hevur verið í samband við siga, at býurin er sum ein spøkilsisbýur í løtuni, púra tómur.
Eitt stað er tó framvegis fólk og tað er á sjúkrahúsinum.
- Vit eru flutt niður í kjallaran og øll hava tað gott, skriva tey á Facebook og tá vit fyri løtu síðani tosaðu við starvsfólk á sjúkrahúsinum varð greitt frá, at sjúklingar og íbúgvar á ellisheiminum og starvsfólkini eru flutt niður í kjallaran.
Stóri vandin fyri fólk er, at tey skulu anda ammoniak niður í seg. Tá vit spurdu, um kjallarin er tryggur, varð svarið:
- Vit hava fingið at vita, at hetta skuldi verið trygt nokk, sum støðan er nú.
Annars stendur personalið standby og tey, sum hava verið á bráðfeingisvakt eru eisini biðin um at koma til arbeiðis.
Enn er ikki støða tikin til, hvat gjørt verður, um ættin skiftir ella um ein størri spreinging verður.