Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri skip koma inn at landa í næstu viku. Eitt skip kemur at Flemish Kap við toski og tvey - ella møguliga trý - koma undan Føroyum við toski, hýsu, longu og brosmu.
- Seinni í næstu viku koma eisini fleiri línuskip inn at landa, flestu við toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.
Lagt verður aftrat, at eitt av línuskipunum helst kemur at hava nakað av svartkalva og blálongu.
Um frystilínuskipini, sum eru yvir á Flemish Kap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at hesi í vikuni, sum kemur, fara at landa í St. Pierre í Ný Foundlandi.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er góður, men hann harðnar út á vikuna, sum kemur, og veðrið sær út til at fara at roynast.
- Vit vænta tí, at nakað verður av útróðrarfiski í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.