g varð keyptur frá Kjølbrofyritøkuni og fekk navnið Enniberg. Tey, sum hava myndað hesa fyritøku, eru hjúnini Hildigunn og Mortan Johannesen. Fyrst kann verða sagt, at tað er fá hjún sum í so stóran mun [...] Helena misti fyrra mannin, Sámal, við Immanuel í 1932. Við honum átti hon Sámal og Eiler Jacobsen, hvørs tilknýti til sjógvin øll kenna. Foreldrini hjá Helenu vóru Margretha og Jóan Hendrik Isaksen av Viðareiði [...] stuðlað Hildigunn. Mortan takkaði eisini børnunum, Kaj, Niels og Helenu, fyri at hava verið góð í ráðum hvør á sínum øki. Aðrir góðir stuðlar og ráðgevarar hava verið advokaturin Halgir Winther Poulsen og g
hevur onki forsvar, so er bert at leypa á, og tað ger so Heini. Eg fasthaldi framvegis, at Føroya fólk hoyrdi Heina O. Heinesen úr tingsalinum taka støðu til klaguna frá felagnum Stállínuskip, um at taka [...] Men her á landi sýnist alt at lata seg gera. Eisini, at ein løgtingsvald nevnd, tekur dómsvaldið. Hvør bleiv so fylgjan av hesum meira enn ivasama dóminum hjá landsstýrimálanevndini. Jú, orðarætt sendur [...] greið tala, sum allir føroyingar skilja, um ikki heilt allir, so rokni eg við, at tað í mesta lagi eru upp til tríggjir sum ikki skilja, helt allir limir í landsstýrismálanevndini. Heldur ikki eitt einasta
typur savnast. Hvør einstakur tónleikari, áhoyrari, hjálparfólk ella fyriskipari kemur við síni egnu søgu og síni egnu bakgrund, og motivini at fara á G! eru helst eins nógv og menniskjuni eru. Men fyri hesa [...] tilkomin og eldri pør, fullar tannáringar, framstandandi akademikarar, sum javnan eru í fjølmiðlunum. Barnavognarnir eru eisini nakrir í tali, men teir verða altso ikki bert nýttir at goyma øl í, tí av [...] vilst og rastleys, eins og tey ikki vita, hví tey eru endaði á G!, meðan njóting, hvíla og friður lýsa úr andlitsbráunum á øðrum áhoyrarum. Fyri hesi seinnu er tónleikurin tað sentrala, og tey fáa sín
leggjast fyri Tingið í hesi tingsetu. Nakað av tíð er fráliðin síðan aðalorðaskiftið um nýggja fiskivinnulóggávu var, og enn ein tingseta nærkast endanum og vit eru ikki komin longri ella eru vit? Í Ólavsøkurøðu [...] ella verulig nýhugsan, eru truplar at gjøgnumføra av okkara politisku skipan, orsøkin er ikki ókend. Lokal áhugamál, politisk áhugamál, vinnulig áhugamál og persónlig áhugamál. Hesi fylla so nógv í politisku [...] mín varhugi, hevur landsstýrismaðurin eina trupla uppgávu, sum neyvan verður loystur í hesi tingsetuni. Tá eru ikki nógvar tingsetur eftir av samgonguskeiðnum og neyvan tíð til eina so umfatandi broyting
kann krevja fullveldi. Hvussu nógvir "chartrar" eru ikki? Hvussu nógvar "Bi-Laws" eru ikki? Hvussu nógv "Appendix" eru ikki? Tað er har allir krókarnir eru, sum vit skulu leita í ? uttan fullveldi. [...] av álvara. Hvør sat í hesi síðstu nevnd, sum fekk so lítið av skafti? Magni Arge var formaður og Finnur Helmsdal var nevndarlimur. Eg ætli mær ikki at skíra nakað politiskt, men tá man sær hesi nøvn, kann [...] Sjúrður Skaale og Leivur Hansen fingu folda seg út, skein púrasta greitt ígjøgnum, hvat ætlanin var við hesi sending. Ein nevndi um, hvussu skjótt "Jugoslavisku" landspartarnir fingu limaskap. Har haldi eg støðan
Norðdepli, men eisini kring alt landið vórðu fólk skelkað. Henda morgunin vaknaði føroyska samfelagið til tíðindini um, at ein 18 ára gamal maður hevði stungið fýra fólk við knívi í Norðdepli. Talan var um óvanliga [...] Hervør til eina systir sína. - Vit vistu ikki, hvør hesin maðurin var. Tað var ikki, fyrr enn abbasonurin løtu seinni kom oman, at hann segði við okkum, hvør maðurin var, greiðir Hervør frá. Hjálpin Tað [...] vit minnast ikki alt. Onkur sekund eru burtur úr minninum, greiða tey frá í felag. Tey bera ikki beinleiðis agg inn á gerningsmannin. Men vónbrotið er stórt. - Ja, vit eru ræðuliga kedd. Kedd um, at nakar
íbúgvarnir í landinum als ikki eru frælsir. Fyri mær merkir veruligt frælsi tað, at tjóðin hevur frælsi. Hvat er so tjóðin? Tað eru vit, sum her búleikast og virka. Tað eru vit, fólkið - menniskjuni. Vit [...] til nakað ringt. Summi fólk hava lyndi at seta frælsi upp sum eitt mál í sær sjálvum. At vera móti frælsi inniber retoriskt sæð eitt ynski um framhaldandi ófrælsi. Eg vil í hesi greinini vísa á, at hetta [...] ásanna, at hvør sær verða teir ignoreraðir, men saman verða teir hoyrdir. Nakrar niðurstøður um frælsi Vit hava hugt eftir nøkrum dømum, ið vísa hvussu paradoksalt frælsishugtakið er. Har eru ymiskir lærdómar
Starvsstovuni eru tey í ferð við at fyrireika seg til fuglakrím í Føroyum. Eitt nú eru tey farin at fyrireika seg til, hvussu tey skulu leggja sýnistøkur til rættis, samstundis sum tey eru í ferð við at [...] tann vegin. Kortini gera serfrøðingar eisini vart við, at enn eru ongi fólk smittað av villfugli, tí øll, sum hava fingið sjúkuna higartil, eru smittað av fugli í gørðum við flogfenaði, eitt nú í hønugørðum [...] tær eru so drúgvar og harafturat broytast tær alla tíðina, so hvørt sum støðan við fuglakrími broytist. Annars sigur Bárður Enni, at nakrir fuglar eru kannaðir í Føroyum. Tað hevur hent seg, at fólk hava
– ella eru vit kanska ov góðvarin? Norðurlendskar plantur Rákið er, at vit skulu gagnnýta okkaru egnu norðurlendsku plantusløg, og tað helst úr nærumhvørvinum, og helst tað tíð, tá tær eru tøkar og [...] sum í útlendsku miðlunum verða nevnd at kunna nýtast til matna. Og tá eru tarar og soppar ikki taldir við. Summi av sløgunum eru sera sjáldsom her, og eiga at verjast. Harumframt finnast mong onnur vill [...] kanningum sum lýsa, hvussu vit kunnu gagnnýta hesi sløg trygt og við skynsemi. ##med3## Villar ella vanligar plantur til matna? Tey villu plantusløgini eru ikki roynd, kannaði og lýst, eins og tær vælkendu
meginreglan í vælferðarskipanini er, at hvør einstakur skal føla seg sum ein part í felagsskapinum. Hugurin til at vera við í hesum felagsskapi, er treytaður av, at hvør einstakur følir seg at vera part í hesum [...] á sjálvt hjartað í vælferðarsamfelagnum, og hetta hevur nógv víðfevndari avleiðingar við sær, enn fólk ímynda sær í fyrstu atløgu. - Tí vælferðarsamfelagið verður hildið uppi av einum slagi av kontrakt [...] fólkapensjón, tá eg verið gomul, heilsurøkt, um eg verið sjúk, og ókeypis skúla til børnini, so tey eru før fyri at lyfta demokratiska vælferðarsamfelagið víðari. Hon vísir á, at stórur partur av inntøkunum