Landsstýrismálanevndarformaðurin Heini mundi verið sendur heim at vaska hendur ?For good?

   

Í svargrein til mínar viðmerkingar til Heina O. Heinesen í Sosialinum herfyri, fellur Heini í somu grøv sum so mangur, hann hevur onki forsvar, so er bert at leypa á, og tað ger so Heini.
Eg fasthaldi framvegis, at Føroya fólk hoyrdi Heina O. Heinesen úr tingsalinum taka støðu til klaguna frá felagnum Stállínuskip, um at taka fiskiloyvi frá Jógvan S. Hetta var áðrenn klagan nakrantíð kom í landsstýrismálanevndina til viðgerðar, har Heini er formaður.
Eisini minnast vit, tá ið Heini O. Heinesen eftir seinasta løgtingsval bleiv spurdur, hvat hann skuldi brúka formanssessin í landsstýrismaálanevndini til. Jú, svarar Heini, eg skal brúka hann til at kanna landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Jørgin Niclasen og fólkaflokkin.
Var talan um eitt land við rættartrygd, har demokratiskar meginreglur vera fylgdar, kom ikki uppá tal at ein parlamentariskt valdur nevndarlimur, og als ikki ein nevndarformaður, við alment kendari forúttiknari støðu, kundi viðgera sama mál. Slíkur persónur er allastaðni enn í Føroyum ógegnigur. Men her á landi sýnist alt at lata seg gera. Eisini, at ein løgtingsvald nevnd, tekur dómsvaldið.
Hvør bleiv so fylgjan av hesum meira enn ivasama dóminum hjá landsstýrimálanevndini. Jú, orðarætt sendur soleiðis í afturtøkuskjalinum frá landsstýrismanninum:
?Avgerðin er grundað á, at landsstýrismálanevndin í skrivi, dagfest 25. juni 2003, til landsstýrismannin í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at avgerðin um at lata ?Jógvan S? tilsøgn um veiði- og fiskiloyvi var ósaklig, og harvið ólóglig. Landsstýrismaðurin hevur tikið hesa endaligu niðurstøðu til eftirtektar, ásannandi týdningin av leiklutinum hjá landsstýrismálanevndini í teirri politisku skipanini, og at løgtingið hevur sett landsstýrismálanevndina at hava eftirlit við landsstýrinum?.
Hetta er greið tala, sum allir føroyingar skilja, um ikki heilt allir, so rokni eg við, at tað í mesta lagi eru upp til tríggjir sum ikki skilja, helt allir limir í landsstýrismálanevndini.
Heldur ikki eitt einasta orð frá Heina um, at allur tjóðveldisflokkurin alment, inklusivt hann sjálvan, meira enn tað einu ferðina kravdi fiskiloyvi tikið frá Jógvan S. Var fiskiloyvið ikki tikið og báturin lagdur við brestin, tók ein samdur tjóðveldisflokkur stig til at misálit bleiv reist í løgtinginum móti landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Og nú sigur Heini O. Heinesen seg onga skuld hava í at Jógvan S misti fiskiloyvi. Eg meini tað.
Heini O. Heinesen, - um hesin pástandurin um misálit frá tjóðveldisflokkinum vent ímóti Jacob Vestergaard ikki er rættur, kann tú so alment avsanna hann?
Vit minnast eisini Heina í øðini, tí at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevði dittað sær at spurt advokat, uttanfyri almennu fyrisitingina, um eitt juridiskt responsum í ?Jógvan S-málinum?. Okkurt mundi vera, Heini bleiv so illur.
Ikki bert løgfrøðin hjá fiskimálastýrinum og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er ósamd í niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini.
Tað hevur víst seg, nú vit hava fingið alment innlit í hetta responsum frá privata advokatinum, at advokaturin beinleiðis mælir fiskimálastýrinum frá at taka fiskiloyvi frá Jógvan S. Og hvør er so orsøkin? Jú, onki ólógligt er farið fram í málinum um fiskiloyvi til Jógvan S, er advokatniðurstøðan til landsstýrismannin.
Síðan hava allar stóru advokatskrivstovurnar í Føroyum víst á, at niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini er skeiv og órættvís.
Er nakað at siga til, at vit ivast stórliga í juridiska førleikanum hjá landsstýrismálanevndini?
Elegant loypir Heini um hesar veruleikar, ístaðin herjar hann á, fyrst á landsumsitingini og síðan á landsstýrimannin og løgmann og til seinast á felagið sum eigur Jógvan S. Hann brikslar okkum óreglusemi og at vit hava dult sum mansmorð, at vit hava eitt fiskiloyvi.
Hóast eg als ikki kenni meg at standa Heina O. Heinesen til svars, skal eg tó lata hann vita, at áðrenn Ågot 1 nakrantíð kom uppá tal, var arbeitt við tilboðum um ymisk skip, harímillum okkurt tilboð sum fleiri onnur reiðaríir eisini høvdu fingið frá føroyskum reiðara, hetta var langt áðrenn løgtingsvalið 30. apríl 2002.
Men var tað ikki júst løgtingsvalið 30. apríl 2002, sum er eymasta líktornið hjá Heina O. Heinesen? Tað var við hetta valið, at tjóðveldisveljarar í Klaksvík og her umleiðir, sendu Heina heim til Kunoyar ?For good?. Kunoyingurin fekk færri persónligar atkvøður í Klaksvík enn Karsten Hansen, men lukkutíð fyri Heina, og miklan ampa fyri onnur, bleiv hann bjargaður úr politisku avgrundini, við atkvøðum uttanfyri Klaksvík.
Tað er sostatt um eitt hangandi hár, at valattentatið frá beinharða stalinistiska miðstaðarvonginum í tjóðveldisflokkinum eydnaðist. Hetta uppdagaði høvuðsmaðurin sjálvandi ikki. Men ístaðin fyri at revsa teir røttu, fann Heini sær okkum fýra klaksvíkingar og ein haraldssundsmann at hevna seg inn á, vegna atkvøðumissin. Vertin á um 14 fiskimenn vóru sendir arbeiðsleysir til hús og ein ársinntøka minni til hvørt hesi fiskimannaheim.
Og enn minni man tað hava at týða fyri tjóðveldismannin at eitt skip fyri 5-6 mió. kr. bleiv bundið við kei, men vit fáa at síggja, livst so spyrst.
Í hesu vikuni verður stevningin latin inn, tað er siðvenja at binda frið ímeðan rætturin arbeiðir, tað ætlað vit eisini um vit fáa frið fyri ósannindum.