Fiskivinnunýskipan - nú skal arbeiðast skjótt!

Eivin Jacobsen, Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
----
Í sendingini “Radarin”, ið var at hoyra í farnu viku, um­røddi landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum, Jacob Vester­gard, og umboð fyri Tjóð­veldisflokkin, Páll á Reyna­túgvu, tilgongdina um nýskipan av føroysku fiski­vinnuni. Eftir sendingina sat lurtarin helst við tí fatan, at breiða semjan ikki var hinumegin hornið. Lurtarin hugsaði kanska heldur meira um, hvat hendi við hasum báðum, tá teir komu út í tún, um teir mundu blaka jakkan ella hvat?  Vit hava tó einki hoyrt.
Tá samgongan fór til verka fyri gott tveimum ár­um síð­an, varð lagt upp til broyt­ing­ar í fiskivinnuni – ein fiski­vinnureformur. Rættu­liga stórar broytingar, sum skuldu verða so umfatandi, at vit tosaðu um eina nýskipan av fiskivinnuni, og sum skuldi standa sum flaggskipið hjá hesari samgonguni.
Lagt var upp til eina lóg­gávu, sum skuldi umfata endurskoðan og nýskipanir av okkara fiskivinnu í 12 punktum. Eina um­sitingar­ætl­an, ið skuldi verða grund­ar­lagið undir einari fram­tíðar­reguler­ing av fiski­­skap­inum,  greiðan ræðis­rætt við veiðiloyvum, tíðarav­mark­að/rullandi skipan, brúks­skyldu, gjøgnumskygni av eigaraviðurskiftum í høv­uðsvinnuni og virðisøk­ing, fyri at nevna nøkur.
Í samgonguavtaluni varð semja um, at fiskivinnu­lóg­gávan skuldi dagførast og leggj­ast fyri Tingið til støðu­takan.
Vit høvdu aðalorðaskifti í november/des. 2012 og upp­lýsti landsstýrismaðurin tá, at arbeitt var við einum lógar­uppskoti, sum eftir ætl­an, skuldi leggjast fyri Tingið í hesi tingsetu.
Nakað av tíð er fráliðin síðan aðalorðaskiftið um nýggja fiskivinnulóggávu var, og enn ein tingseta nærk­ast endanum og vit eru ikki komin longri ella eru vit?
Í Ólavsøkurøðu sínari segði løgmaður, at hann vildi hava eina breiða semju um nýskipan av fiskivinnuni, til tess at skapa tryggar karmar og burðardygt grundarlag undir høvuðsvinnu okkara. Hetta er greið tala og kann eingin verða ósamdur við løgmanni í hesum.
Fari ikki í hesum lesara­brævi at nema við tey ymisku punktini í uppskotinum, tað kunnu vit venda aftur til. Men meir, hvør hevur politisku ábyrgdina og hví er tað so trupult, ella ber tað til at fáa semju um eina radikala broyting, ið var lagt upp til, hvar vit veruliga tosa um eina nýskipan. Ella skulu vit bara gera nakrar smávegis hissini broytingar, sum ikki flyta tað stóra og sum øll kunnu liva við.
Havi verið inni á tí fyrr, og skal  ikki kastast nøkr­um ávísum, men meir ein staðfesting av einum veru­leika, ið vit liva í og sum vit verða noydd at fyrihalda okk­um til, inntil víðari.
Tær stóru broytingarnar ella verulig nýhugsan, eru trupl­ar at gjøgnumføra av okk­ara politisku skipan, or­søkin er ikki ókend. Lokal áhugamál, politisk áhugamál, vinnulig áhugamál og per­sónlig áhugamál. Hesi fylla so nógv í politisku skip­an okkara, at tað til tíðir er trupult at stinga ein fram­tíðar­politikk út í kortið.
Hesir pástandir um forð­ingar, skulu standa fyri mína rokning, men eru kort­­­ini grund­leggandi fyr, at tað gongur so seint at koma víðari. Í eini tíðinda­send­­ing fyrr í vikuni segði landsstýrismaðurin í fiski­vinnu­málum, at hann vildi gera eina roynd at finna eina semju í fiski­vinnu­poli­tikkinum.  Ímillum linjurnar kundi man skilja, at ein semja ikki var í eygsjón, og at landsstýrismaðurin er við at kasta “handklæðið í ringin”, hvat einari nýggjari fiski­vinnunýskipan viðvíkur.
Um mín varhugi er eftir­farandi, hevur sam­gongan fingið eitt alvorligt skot fyri bógvin. Hendan trupulleikan eigur landsstýrismaðurin í fyrsta umfari at taka upp­á sín kappa, men allan trupul­leikan eigur hann ikki. Vit kunnu ikki framhaldandi tosa yvirornað og í yvir­skrift­um. Vit mugu niður á kjarn­una (substansin), tað er har skógvurin trýstur. Eru flokkarnir samdir og fyrireikaðir innanhýsis um eina umfatandi  broyting í fiskivinnuni , ið lagt er upp til?  Um ikki, sum er mín varhugi, hevur landsstýrismaðurin eina trupla uppgávu, sum neyvan  verður loystur í hesi tingsetuni.
Tá eru ikki nógvar ting­setur eftir av sam­gongu­skeið­num og neyvan tíð til eina so umfatandi broyting, sum lagt varð upp til, í besta lagi onkur hissini broyting, ið øll kunnu liva við, men sum ongi mørk flytir. Men heldur byrjanin til eitt valstríð við fiskivinnuni, sum yvirskrift.
Mín spurningurin vil tá verða, um arbeiðið við einari nýskipan av fiskivinnuni ella fiskivinnupolitikkur í ver­andi líki hoyrir heima í ting­inum.
Men landsstýrismaðurin skal fáa enn ein kjans - ” Livst so spyrst”.