Villar plantur til matna

»Á landsbygd har eta tey sýrulegg og hvonn«, og tað gera tey eisini Á noma – heimsins bestu matstovu...

Sigga Rasmussen hevur skrivað hesa grein, sum stóið í Sosialinum 3. mai í 2012:

 

Á fínaru matstovunum borðreiða tey við villum, og mestsum gloymdum plantum úr náttúruni, og á tallerkunum sært tú hagasólju, sýru, arva og myntu sum kokkarnir helst sjálvir hava savnað.

 

Tí søtur er sjálvgivin biti.

 

Og í handlunum uttanlanda kanst tú nú eisini keypa tær bæði notur, geitarkál og sjáldsom plantusløg hentað úr nátt­ úruni og helst á serstøkum lendum.

 

Spurningurin er, um hetta nú bara er so einfalt, rætt og ráðiligt, – ella eru vit kanska ov góðvarin?

 

Norðurlendskar plantur

 

Rákið er, at vit skulu gagnnýta okkaru egnu norðurlendsku plantusløg, og tað helst úr nærumhvørvinum, og helst tað tíð, tá tær eru tøkar og frískar. Hetta verður mett at vera betri bæði fyri fólkaheilsu, veðurlag, samleika og eis­ ini ferðavinnu.

 

Tað er eisini eitt rák í tíðini sum hev­ ur við sær, at tað hjá fjepparum ikki longur er nóg mikið, bara at eta tað vanliga kenda grønmeti og fruktina sum liggur á handilshillunum. Tað skal helst vera serstakt, ørvísið og meira forkunnugt. Og tað er heldur

 

ikki longur nóg mikið við sløgum úr fjarskotnum londum. Nei tað skal helst vera heimadyrkað, eisini um tú býrt í býunum. Býardyrking kallað tey tað, ella »urban gardening«. Sjálvt Michelle Obama veltir grønmeti á grasvøllinum við Hvítu húsini.

 

##med2##

 

Men um tú hevur tíð og vitan, so eru tey villu etandi plantusløgini uppaftur hægri í metum. Og tann sum hevur stundir til at sóknast eftir og finna okkurt sjáldsamt og vælsmakkandi í náttúruni, er ein hetja og kemur í fjøl­ miðlarnar.

 

Tíverri fara onnur út í náttúruna og tey ódyrkaðu lendini at leita eftir somu sløgum, og gloyma alt um skynsemi, burðardygga nýtslu, og at sløgini kunnu týnast til komandi ættarlið.

 

Føroysk sløg

 

Í føroysku floruni hava vit umleið 60 ymisk sløg av villum plantum, sum í útlendsku miðlunum verða nevnd at kunna nýtast til matna. Og tá eru

 

tarar og soppar ikki taldir við. Summi av sløgunum eru sera sjáldsom her, og eiga at verjast.

 

Harumframt finnast mong onnur vill sløg sum kunnu f lokkast undir nyttuplantur t.d. litingarurtir, lekiurtir, snapsaurtir o.a. Tørvur er á kanningum sum lýsa, hvussu vit kunnu gagnnýta hesi sløg trygt og við skynsemi.

 

##med3##

 

Villar ella vanligar

plantur til matna?

Tey villu plantusløgini eru ikki roynd, kannaði og lýst, eins og tær vælkendu dyrkaðu matplanturnar. Vóru tey tað, so vóru tey sum royndust væl sum plantuføði, jú langt síðani tikin inn til dyrking og sølu.

 

Harafturímóti hava nógv av vanligu plantusløgunum, sum vit innflyta til matna verið dyrkaðar sum matplant­ ur í øldir, t.d. kornsløgini, frukt­ og bersløgini, grønmetissløgini og krydd­ urtirnar.

 

Tey verða framhaldandi kynbøtt roynd og granskað, eisini tí at stóri framtíðar fólkavøksturin fer at krevja enn meira heilsugóða og burðardygga plantuføði.

 

Somuleiðis væntast, at veðurlags­ broytingarnar fara at seta onnur krøv til dyrking og plantuframleiðslu.

 

##med4##

 

Fleiri av kendu matplantunum eru útvaldar og kynbøttar so nógv, at tær als ikki longur líkjast sínum villu upp­ runasløgum hvørki í útsjónd, innihaldi ella smakki, fyri ikki at tala um stødd, úrtøku, haldføri og mótstøðuføri móti sjúkum og skaðadýrum. Helst hava vit eisini mist ella frávalt onkrar eginleik­ ar á leiðini t.d. góðan anga og sterk­ an atsmakk. Felags er tó, at vit vita rættiliga neyvt hvørji evni tær inni­ halda, eitt nú vitaminir, mineralir, sukurevni, proteinir, fiti, aromaevni og nú eisini teir áhugaverdu sekunderu metabolittarnir, so sum plantulitevnini og onnur f lavonoid. Vit vita eisini væl hvør plantulutur á plantuni er áhuga­ verdur at eta, og hvussu hann kann tilgerast.

 

Eplaplantan er eitt dømi um eina plantu, sum er tikin úr ódyrkaðum náttúrulendi.

 

##med5##

 

Í fyrstani vistu fólk ikki, at tað var sjálvt eplið sum kundi etast og ikki bløðini, og at eplið mátti kókast, og at alt grønt á plantuni var eitrandi. Heldur ikki vistu fólk hvussu epli skuldi velt­ ast og kynbøtast og tey vistu einki um innihald ella mongu herviligu epla­ sjúkurnar.

 

Og enn duga vit illa at varðveita villu eplaplanturnar á sínum upprunastøðum. Tað er neyðugt, tí at upprunaplantur eru altíð virðismiklar sum ílegutilfeingi til framhaldandi kynbótararbeiði.

 

Villar plantur kunnu vera væl­ smakkandi og forvitnisligar at royna til matna. Og mangt bendir á, at plantu­ sløg sum grógva norðaliga og á sínum norðurmarkið innihalda hægri nøgdir av t.d. ávísum vitaminum og smakk­ evnum enn sløg, ið vaksa sunnanfyri. Tosað verður eisini um norðurlendsk »terroir«, tað er ávirkanin av vakstrar­ korunum sum ger rávøruna serliga og einastandandi, eins og tá tosað verður um ávís vínsløg. Vit kenna hetta aftur, tá tosað verður um skerpikjøt úr ávís­ um hagaparti ella smakkin hjá nýupp­ tiknum sandeplum.

 

Men villar plantur kunnu eisini innihalda evni sum eru óheppin fyri heilsuna – ella kanska eitrandi

 

##med6##

 

Tí er umráðandi at kanna innihald, velja út og kanska kynbøta, eins og við eplinum, hvør plantulutur kann etast, ungur ella eldri, ráur ella tilgjørdur, nær á árinum, og á hvørjum lendi plantan smakkar best og trívist best. Hetta krevur vitan, kanningar og fígg­ ing og tað kann taka sína tíð, – men plantutilfeingið eiga vit. Harumframt hava vit onnur sløg t.d. summir tarar og soppar sum avgjørt eisini kunnu vera áhugaverdir til matna.

 

##med7##

 

Og um tað tá vísir seg at vera áhuga­ vert, so eiga vit at ala fram hesi villu sløg við sølu fyri eygað. Tá kundu bæði matstovur og vit onnur borðreitt við villum aldum heilsugóðum plantum.

 

At taka tey fyrilitarleyst úr náttúruni er ikki rætt í okkara viðbrekna lendi og tað er eisini alt ov tíðarkrevjandi og eingin trygd er fyri at planturnar eru heilsugóðar og at tær ikki eru dálk­ aðar.

 

Sigga Rasmussen, Adjungeraður námslektari í plantufrøði, skrivaði hesa gerin í Sosialinum 3. mai í 2012 í eini greinarøð, sum var í 10 pørtum, har vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya skirvaðu um evni, sum tey granskaðu í.