nógv upplivast, sum ikki bar til heima á bygd. Sigast kann eisini, at Beinta og hennara eru sera ættarkær. Tað er stuttligt at síggja hvussu tey øll eru um mammuna á elliseiminum, har hon býr. Hesa ættarkenslu [...] var Eiler óførur, men hann ásannaði sjálvur, at uttan Beintu hevði hann neyvan nátt so langt. Beinta gekk við lív og sál uppí virksemið hjá Eiler, og tað gjørdi forrestin øll familjan hjá henni. Pápi hennara [...] kunna fiska nógv, men tað var vissuliga eisini av stórum týdningi, at alt riggaði, sum tað skuldi, uppi á landi. Her hevur Beinta eisini sínar eginleikar. Hon er skilagóð, og dugur eisini væl at føra seg fram
Tá eg gekk í Nonnuskúlanum í myrkastu miðøldini, fingu vit at vita, soleiðis, at tað kundi á ongan hátt misfatast, at tann, sum vágaði sær at broyta eitt einasta orð av Guds orðum, var glatað/ur í allar [...] útlit eru fyri einari illveðursferð. Hesir nørdar savna tær upplivingar, sum tað er at vera um borð á einum ferðamannaskipi í ódn og ringum sjógvi. Nú føroyska ferðavinnan framvegis er har, sum hon altíð [...] gásarungar. Nú bíði eg eftir dunnuungunum. Tað gera likkurnar tíverri eisini. Tær hava longu sett seg á strategiskum steinum við ánna. Gott tol hava tær, betri enn ketta. Páskaliljan er ein hugtakandi blóma
vit hava leysar mikrofonir, heldur enn siðbundnu føstu mikrofonina, sum tú sær aðrastaðni. Og tað gekk rættiliga skjótt, so vaks undirtøkan munandi, og nú er fullur listi mestsum hvørt einasta fríggjakvøld [...] flokkinum til Noregs Nú karaoke er við at vinna fastatøkur í Føroyum, ætlar Hans Andreasen ikki at steðga á, men arbeiðir við at flyta mørkini longur fram. Hetta ger hann millum annað við at skipa fyri kappingum [...] oktober til og við 18. desember í ár. Freistin at melda til er tann 13. oktober, og tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Glitnir. - Kappingin kemur eisini at verða rættiliga professionel. Vit hava fingið tríggjar
eyðmerkt summarsteðgin og transfer-vindeygað. Men mett eftir fyrstu royndini, so er heilsustøðan hjá HB á leið akkurát tann sama, sum hon var undan skurðviðgerðini í summarsteðginum. Víkingur hevði sína greiðu [...] spælið niðaneftir komu sær í støður, sum væl kundu kastað møguleikar av sær. Ársins mál og útvísing Tað gekk tó ikki meira enn ein minuttur, áðrenn Víkingarnir fingu tað, sum teir ikki fingu fyri steðgin. Fleiri [...] Ólukkutíð fyri gestirnar støkk bólturin niður beint uttanfyri málstrikuna. Verjuleikari var fyrstur á at lossa burtur, og fýra sekund seinni var bólturin so í norðara málinum. Og so skuldi tú annars hildið
verandi í Danmark, og heim teirra gjørdist eitt rættiligt føroyskt heim í Danmark, har tey búðu úti á Amager í Rødegaard 10. Tey høvdu javnan gestir úr Føroyum og ofta nógvar gestir eisini, so tey máttu [...] eina útbúgving. Hann gjørdist løgfrøðingur og fekk eisini starv sum slíkur. Eitt skifti arbeiddi hann á Almannastovuni í Havn. Tað sá alt væl út hjá Gunnar. Men so verður hann so ófatiliga raktur av sjúku [...] sum ein maður og var púra avkláraður um, at hansara dagar vóru taldir, og at hann bókstaviliga talað gekk við deyðanum í hondini. Hann var framvegis tann fitti og fryntligi Gunnar, sum hann altíð hevði verið
orð lúkast burtur. Tá so onkur í meinigheitini missir trúnna er heilt galið, imamarnir fara straks á prædikastólin at viðgera mannin, ikki tað hann sigur. Ein fráfallin puristur er sjálvandi ikki álítandi [...] frá Svenning Tausen hava onki við bókina hjá André at gera, men eru ósaklig og persónlig álop. Tá eg gekk í skúla var málreinsingin komin væl ávegis, Svenning Tausen var ein so nærlagdur lærari, at eitt hent [...] og tí er eitt praktiskt orð sum blíva, blivið eitt neyðugt orð í føriskum. Í talumáli er ongin munur á vera og verða, var og varð og tað er helst orsøkin til at vit ikki vita nær vit skulu skriva vera við
og seinni út á dagin vórðu nakrir hvalir funnir, men teir komu allir við í býtið. Tað vóru 188 hval, men nakrir springarar vóru eisini komnir upp í flokkin, og teir vórðu somuleiðis skornir á háls. - Tað [...] upptald. Grindin varð sædd úr Kollafirði og ein bátur úr Hósvík var tann fyrsti hjá grindini. Drápið Tað gekk rættiliga skjótt at reka grindina úr Kollafirði, har ein maður hevði sæð grindini úr heimið sínum [...] latin í drápspartar og heimapartar. 463 partar vórðu latnir bátsmanningum og 660 vórðu latnir fólki á landi. Drápspartarnir vóru hálvt skinn. Til samans vóru rættiliga nógvir heimapartar. 1660 til Sunda
tiltøk vóru á skránni um vikuskiftið og skráin minti ikki sørt um Norðoyarstevnu. Men so var ikki. Millum tiltøkini, sum vóru á skránni, vóru fyrilestrar. Og tað er synd at siga, at Klaksvíkin gekk í »smáum [...] fyrrverandi danski forsætisráðharrin, at hann metti tað verða neyðugt, at Føroyar samstarva við ES eisini á tí økinum. ES hevur eitt stórt »apparat«, sum tekur sær av slíkum, og tað kann gerast ein stórur fyrimunur
Fleyr-leikararnir stinnari. Eftir at hava verið aftanfyri 7-4 eina løtu fingu Líggjas og Klæmint skil á sínum spæli. Teir knógvaðu seg framum og vunnu semifinaluna 15-11. Í hinari semifinaluni hittust fýra [...] ímóti Rasmusi Madsen og Sveini Tróndarsyni hinumegin. Í byrjanini av hesum dystinum gekst eisini javnt á, men tá settið var hálvrunnið sluppu Rasmus og Sveinur so mikið frá Jan og Tummas Óla at teir sunnu [...] besta spælið. Finalan varð spæld best av trimum settum upp í 12 stig í hvørjum setti. Fyrsta sett gekk skjótt fyri seg. Spælið hjá Klæminti og Líggjasi koyrdi ógvuliga væl, og hinumegin netið vóru ov nógvar
ikki uppá og hava ongantíð havt álit á føroyinginum. Undan løgtingsvalinum frøddi tað meg, at sjálvt tann ungi formaðurin í Unga Sambandinum, sum er úr Vágum, gekk inn fyri at blokkurin skuldi burtur við [...] greinir í bløðunum, summar wc-rullulangar, leypi eg tær um, tá eg síggi at greinskrivarin er t.d. Bjørn á Heygum, Pauli Ellefsen ella Edmund Joensen. Orsøkin er, at hetta er so niðurbrótandi lesnaður og or [...] bangin og óttafull. Niðurstøða mín er tí, at einasta endamál hjá teimum er at leypa ótta og ræðslu á fólk í síni níðingsskriving um føroyingin. Mær vitandi er vágatingmaðurin lækni. Tað kann tí ikki vera