Summarsteðgurin hevur í fleiri mátar markerað eina nýggja byrjan í Formula-deildini. Ikki minst hjá HB, har fleiri spælaraskiftingar hava eyðmerkt summarsteðgin og transfer-vindeygað.
Men mett eftir fyrstu royndini, so er heilsustøðan hjá HB á leið akkurát tann sama, sum hon var undan skurðviðgerðini í summarsteðginum.
Víkingur hevði sína greiðu uppskrift, tá teir komu til Havnar. Við eini 4-3-3 skipan, har sentrali miðvøllurin var væl pakkaður, og har Andreas Lava Olsen og Erling Jacobsen høvdu ferðin til at bjóða av í borðunum, skuldi kontra-spælið standa sína roynd. Og í stóran mun eydnaðist hetta eisini til fulnar.
HB hevði nevnliga bóltin nógv, men tað var sjáldan, at nakar veruligur vandi stóðst av. Gestirnir høvdu fyri tað mesta væl av fólki aftan fyri bóltin, og hartil var uppspælið hjá HB alt ov lítið beinleiðis. Og tað bar við sær, at tær ferðirnar, sum bólttap vóru hjá mótstøðuliðnum, fingu gestirnir kortini stundir at skipa verjupartin aftur, áðrenn tað veruliga gjørdist vandamikið.
Hinvegin vóru heldur ikki tær heilt vandamiklu støðurnar framman fyri HB-málið, men tað var nú javnan, at gestirnir við skjótum spælið niðaneftir komu sær í støður, sum væl kundu kastað møguleikar av sær.
Ársins mál og útvísing
Tað gekk tó ikki meira enn ein minuttur, áðrenn Víkingarnir fingu tað, sum teir ikki fingu fyri steðgin.
Fleiri av áskoðarunum høvdu neyvan svølgt sær hálvleikskaffið, og so var stórt spell hjá hesum, at tey mistu tað, sum helst er vakrasta málið í Gundadali í ár. Vandin var nú ikki so stórur, tá Zoltan Bukzegy varð sendir avstað í høgru, men við einum skoti, ið kveikti minnir um finalumálið hjá van Basten í 1988, hálvfluktaði hann av brotsteigarhorninum í einum høgum boga upp um Marcyn Dawid og niður í handara síðunet.
Tað gingu tó ikki meira enn góðir fimm minuttir, fyrr enn HB aftur fekk trumf í hondina. Hans Jørgen Djurhuus hevði tá fingið tvey gul kort, og hóast ónøgdin hjá Víkingunum var stór, so stóðu march-ordrarnir hjá dómaranum við.
Og tað gjørdist byrjanin til eitt toluliga hart HB-trýst. Framvegis høvdu teir ilt við at fáa neyðugu ferðina í spælið, men Víkingarnir høvdu ilt við at skipa seg av nýggjum, og tí íkomu hópin av vandastøðum.
Áttu av avgjørt
Men tá útjavningin kom, spældi frúgvin Fortuna væl við hjá HB. Bara fá sekund áðrenn Vagnur Mohr Mortensen beindi innleggið frá Pæturi Jørgensen í kassan, var Andreas Lava Olsen spældir inn um HB-verjuna, og við einum dundurskoti hótti hann við at lyfta tvørtræið av syðra málinum í Gundadali. Ólukkutíð fyri gestirnar støkk bólturin niður beint uttanfyri málstrikuna. Verjuleikari var fyrstur á at lossa burtur, og fýra sekund seinni var bólturin so í norðara málinum.
Og so skuldi tú annars hildið, at HB fór at trýsta eftir sigrinum. Teir fluttu eisini alt meira fólk fram, men trýstið var fyri tað nógva óskipað, og tí fingu gestirnir fleiri risa-møguleikar at kontra seg til trý stig. Og ivaleyst iðra teir seg um, at effektiviteturin ikki var størri hesa seinastu løtuna. Móti slíkum opnahjalli, sum HB-verjan hesa løtuna var, eigur at topplið í føroyskum fótbólti at sveiggja hamaran nógv harðari, so revsingin kann merkjast. Tað megnaðu víkingarnir tó ikki, og tí høvdu teir alla orsøk at iðra seg eftir dystin. Eisini hóast ein javnleikur á útivølli móti HB í sjálvum sær er eitt fínt úrslit.