Skipa fyri kapping í karaoke millum miðnámsskúlar

Ein nýggjur táttur hevur tikið seg upp í Føroyum seinastu tvey árini, nevnliga at syngja karaoke. Í 2006 byrjaði Glitnir við at hava karaokekvøld, og skjótt vann tað frama millum føroyingar. Nú fara tey at skipa fyri karaokekapping millum miðnámsskúlar, har vinningurin verður ein ferð fyri allan flokkin

Kring allan Heimin rennur tú teg í karaoke barrir. Í teimum væl umtóktu feriubýunum kring Evropa liggja tær næstan lið um lið, og í grannalondum okkara er eisini stutt ímillum tær í stórbýunum.

Men tað var ikki fyrr enn í 2006 at karaoke gjørdist fastur táttur í býarlívinum í Føroyum. Tá fór Glitnir undir at skipa fyri karaokekvøldum, og síðan tá hevur tað bara vundið uppá seg.

- Fríggjakvøldini, tá vit skipa fyri karaoke, eru blivin rættiliga væl umtókt millum fólk. At byrja við var ringt at fáa føroyingar at syngja, men vit valdu at gera tað soleiðs, at vit hava leysar mikrofonir, heldur enn siðbundnu føstu mikrofonina, sum tú sær aðrastaðni. Og tað gekk rættiliga skjótt, so vaks undirtøkan munandi, og nú er fullur listi mestsum hvørt einasta fríggjakvøld, sigur Hans Andreasen, sum er stjóri í Glitnir.


Bjóða flokkinum til Noregs

Nú karaoke er við at vinna fastatøkur í Føroyum, ætlar Hans Andreasen ikki at steðga á, men arbeiðir við at flyta mørkini longur fram. Hetta ger hann millum annað við at skipa fyri kappingum í karaoke.

Í fjør hevði Glitnir eina kapping, sum koyrdi í tveir mánaðir. Tá var kappingin fyri einstaklingar, og vinningurin var ein ferð til Mallorca. Nú fara tey aftur at skipa fyri eini stórari kapping, hesuferð millum miðnámsskúlaflokkar.

- Ætlanin er at flokkarnir í ymisku skúlunum kring landið skulu kappast móti hvør øðrum. Kappingin verður skipað sum ein steypakapping. Tað vil siga at tveir flokkar kappast móti hvørjum øðrum hvørt hóskvøld, og at kappingin koyrir inntil bert tveir flokkar eru eftir, og annar av teimum vinnur. So kunnu flokkarnir sjálvir gera av, hvussu nógv umboða teirra flokk, um tað verður eitt, tvey ella fleiri, sum koma at syngja. Eisini kunnu fleiri flokkar úr sama skúla koma at kappast móti hvørjum øðrum, so samstundis verður tað ein innanhýsis kapping í skúlunum, eins væl og kapping millum skúlarnar greiðir Hans Andreasen, stjóri í Glitnir, frá.

Vinningurin í hesi kappingini verður ein ferð til Noregs fyri allan flokkin, og hon kemur at koyra frá 23. oktober til og við 18. desember í ár. Freistin at melda til er tann 13. oktober, og tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Glitnir.

- Kappingin kemur eisini at verða rættiliga professionel. Vit hava fingið tríggjar óheftar dómarar at koma at døma framførslurnar. Og teir koma ikki bara at døma eftir sangi, men ting so sum framførsla koma eisini at telja við, vísir Hans Andreasen á.


Eru væl útgjørdir

Útgerðin til karaoke í Glitnir má sigast at vera fyrsta floks. Inni í hølunum eru ikki færri enn tríggir skíggjar, har tú kanst síggja tekstin at syngja eftir, tveir smærri sjónvarpsskíggjar og ein stórskíggi. Til ljóðið eru seks stórir hátalarar, sum eru væl plaseraðir kring um í hølunum, og so eru tvær leysar mikrofonir, sum luttakarar kunnu nýta.

Tá tú syngur karaoke, velur tú vanliga onkran sang, sum tú kennir væl frammanundan. Og møguleikin fyri at tú ikki møtir onkrum sangi, sum tú kennir væl, í úrvælinum hjá Glitnir, er sera lítil.

- Vit hava okkurt um 3500 ymiskar sangir at velja millum. Alt tað klassiksa er har, so sum Elvis, Beatles, Johnny Cash, Abba og so framvegis. Vit liggja eisini framvið allatíðina at fáa teir nýggjastu sangirnar inn í skipanina hjá okkum, so har er uttan iva okkurt til ein og hvønn stíl. Føroyingar duga eisini vanliga rættiliga væl at syngja, og hetta er ein nýggjur háttur at fáa stjørnuskotini kring landið at halda seg framat, sigur Hans Andreasen, sum er stjóri í Glitnir.