Seinastu árini hava ikki nógvar grindir verið, og stór mótstøða hevur verið ímóti at eta grind, tí tað skal vera so heilsuskaðiligt, men hetta forðaði ikki fólki at fara í grind leygardagin, nú kaggarnir kring landið hava verið rættiliga tómir seinastu tíðina.
Heili 188 hval løgdu beinini, og bæði grindamenn og bygdirnar í økinum fingu hálvt skinn í part, av teimum umleið 1700 skinnunum, ið vórðu upptald.
Grindin varð sædd úr Kollafirði og ein bátur úr Hósvík var tann fyrsti hjá grindini.
Drápið
Tað gekk rættiliga skjótt at reka grindina úr Kollafirði, har ein maður hevði sæð grindini úr heimið sínum, til Hvalvíkar, har hon varð hildin til.
Sjálvt drápið tók umleið eitt korter, og seinni út á dagin vórðu nakrir hvalir funnir, men teir komu allir við í býtið.
Tað vóru 188 hval, men nakrir springarar vóru eisini komnir upp í flokkin, og teir vórðu somuleiðis skornir á háls.
- Tað var ikki meiningin, at springararnir skuldu takast, men royn tú at greiða monnum við stórum knívum og sjógvi upp undir øs frá tí, greiðir Andras Marr Poulsen, sýslumaður frá.
Hann greiðir somuleiðis frá, at ein hvessingur var uppi í bólkinum, men Dorete Bloch fór við honum og einum springara til kanningar.
Býtið
Tey umleið 1700 skinnini vórðu latin í drápspartar og heimapartar. 463 partar vórðu latnir bátsmanningum og 660 vórðu latnir fólki á landi. Drápspartarnir vóru hálvt skinn.
Til samans vóru rættiliga nógvir heimapartar. 1660 til Sunda kommunu, 1250 til Vestmannar, Kvívíkar kommuna fekk 605 partar, Kaldbak, Kaldbaksbotnur og Sund fingur 228 partar og Kollafjørður, Oyrareingir og Signabøur fingur 687 partar.
Heimapartarnir skuldu vera 0,18 skinn fyri hvørt fólki.
Eftirmeta meting
Nógv tosaðu um, at skinnini vóru rættiliga lítil í Hvalvík, og hesum tekur sýslumaðurin undir við.
- Vit fara at hava ein eftirmetingarfund, so vit kunnu finna útav, hvussu vit fáa metingina rættari. Tí sjálvandi kunnu vit gera tingini betri enn so, og kanska mann skuldi rundað niður, heldur enn at runda upp, staðfestir hann.
Ein grindaskaði
Í morgun er einasti fráboðaði skaðin frá grindini fráboðaður, men hesin verður avvístur, tí tað stendur í kunngerðini, at tílíkir skaðar skulu fráboðast beint eftir drápið. Sýslumaðurin í Streymoynni heldur tað vera eitt sindur óheppið.
- Tað kann gott sýnast ólagaligt, at skaðar skulu boðast frá beinanvegin, men soleiðis er kunngerðin, og soleiðis hevur hon verið frá gamlari tíð, tá mann seldi grind fyri at dekka skaðarnar. Nú er eitt sindur øðrvísi, tí umvælingar av bátum eru so dýrar, og tryggingin hevur seinastu árini ikki tikið við grindaskaðum, staðfestir hann.
Ongin stuldur
Ofta er komið fyri, at fólk hava hildið seg fingið ov lítið av grind, og so eru hvalir blivnir burtur. Soleiðis var tó ikki hesaferð sambært løgregluni. Tað er heldur ikki óvanligt, at løgreglan tekur fólk, sum kanska hava fingið ein dramm ov nógv niður um, og tí fáa onkra revsing, fyri at koyra við kenning. Men leygardagin var løgreglan ikki úti fyri tílíkum støðum.
Grind seinastu árini
Seinasta grindin, sum hevur verið, var í Hvannasundi 5. januar í ár, tá 90 hval løgdu beinini. Í 2008 var ongin grind, og leitast skal heilt aftur til august 2007 til næstu grindina. Hon gjørdi landgongd í Sandágerði.
Hetta merkir í øllum førum, at kaggarnir hava staðið rættiliga tómir í stórum pørtum av landinum, so helst er hendan grindin kom rættiliga væl við hjá nógvum, hóast onkur helt drápspartarnar vera nakað smáar.