ikki útaftur. Hann royndi at drekka nógv vatn, og tað eydnaðist honum at spýggja eina uppaftur. Tá var alt líka vátt. Tá ið hann sunnumorgunin kom heim frá Múrinum, fór hann upp at rista, hann sá løgin út [...] hann kom út, kendi hann seg framvegis ávirkaðan. Tað vísti seg, at tablettirnar vóru upploystar í tarmunum. Í rættinum fekk maðurin at vita, at høvdu rúsevnini verið av betri slag, var hann ikki til meira [...] ásannaði, hvussu býtt hann hevði borið seg at. Hesin maðurin sat til í apríl ein dóm fyri annað lógarbrot, og tá varð hann royndarleyslatin. Hóast hetta helt ákærin, at tann ungi maðurin skuldi sleppa við treytaðari
fyri øll 5 skipini er, at tey eru rættiliga nýggj ? Eldborg enntá spildurnýtt ? og í sera góðum standi. Fyri at tryggja góðskuna á flagginum, er neyðugt at vit leggja okkum eftir at fáa nýggj og góð skip [...] Torm, hevur borið til at mynstra sum »yvital« fyri á tann hátt at fáa ta kravdu siglingstíðina. Nú 5 nýggj skip eru komin undir føroyskt flagg, verður tað helst munandi lættari at fáa siglingstíðina, greiðir [...] FAS er lækkaður við knappliga 2 ½ ár. Hetta er ein sera positiv gongd, og kunnu vit væntað, at hon kemur at halda á fram í heyst, tí fleiri nýggjar skrásetingar eru ávegis ? av hesum eru 2 nýbygningar
Í farnu viku skrivaði Sosialurin, at steypafinalan eftir øllum at døma er í stórum vanda. Hóast eingin av formonnunum ynskir at siga tað stóra, ljóðar tað fyri vist, at EB/Streymur og Víkingur eru ógvuliga [...] í farnu viku, hava havnarfeløgini havt sum siðvenju at spæla dyst á ólavsøku, men sum tað eisini stóð skrivað, hevur hesin dysturin flutt seg frá at vera stórdystur til ein týdningarleysan venjingardyst [...] tað ikki órímiligt, at tey fáa eina upphædd fyri lán av vøllinum, men sum skilst kunnu EB/Streymur og Víkingur – umframt 12 onnur limafeløg í Fótbóltssambandi Føroya – ikki góðtaka, at HB og B36 skulu fara
verður ikki sagt úr Fuglafirði fyri at seta niður á ÍF, men tað er eyðvitað, at eitt felag, sum hevur fótbólt í bestu deildini og fleiri aðrar deildir at hugsa um, noyðist at brúka nógva orku upp á henda partin [...] hevur seinastu tvey árini brúkt einar 600.000 krónur upp á at seta felagshølini í stand. Nú FM-róður verður á varmakeldu í dag, er ætlanin at hava steypahandanina uppi á lága takinum á hesum bygningi. [...] soleiðis sleppa fólk, sum verða við til handanina, at síggja tær manningar, sum taka ímóti. Á øllum FM-stevnum í kappróðri er tað vorðin fastur táttur at hava barnaróðrar, og soleiðis verður eisini á varmakeldu
dystin hevði eingin væntað at vunnið, so tí var serliga stór orsøk til at iðra seg um, at tað kiksaði ímóti Gotlandi. Alt hetta førdi so við sær, at menninir gjørdust ov stuttir til at røkka í hálvfinalurnar [...] til Álands var ilt at siga, hvør dygd var í mansliðnum í flogbólti, og tað vísti seg eisini undir teimum ymsu dystunum, at avrikini vóru sera svingandi. Í morgun eydnaðist so liðnum at vinna dystin um f [...] triðbest í hinum innleiðandi bólkinum. Her endaði tað við føroyskum sigri, 3-1, ið staðfesti, at spell var, at liðið kom so seint í gongd. Serliga í fyrsta setti í morgun lá væl fyri, og 25-15 boðaði frá
Fiskamarknaði Føroya ásannar, at ávísir prísbatar hava verið í seinastuni, men í morgun kom aftur stígur í, og fiskaprísirnir vóru sum heild vánaligir. Hann sigur, at tað gongur illa at fáa líkinda prís fyri flatfisk [...] prísirnar, bæði her heima og uttanlands, og vit hava skilt, at væl av fiski kemur á útlendsku marknaðirnar í løtuni. Hann ásannar, at tað gekk trekt at selja í morgun, og hetta harmar eisini tey á Fiskamarknaði [...] men nú prísirnir hava verið so lágir, vóru vónir um, at teir batar, sum hómaðust, fóru at vísa seg frameftir, sigur hann. Høgni Hansen sigur, at tunga, sum er ein týðandi partur av veiðini hjá trolbátunum
eisini at skora alt fyri eitt, hóast vit høvdu avtalað, at vit skuldu niðan at trýsta teir alt fyri eitt. Og teir skora eisini bæði málini upp á hornaspark, og tað er ikki nóg gott. So vit hava nógv at arbeiða [...] høvdu droymt um. Og hóast tað gongur væl at halda lagnum í hópinum uppi, so staðfestir Jákup, at nú skulu stig á kontina heilt skjótt. - Eg segði sunnudagin, at seinastu tríggir dystirnir undan steðginum [...] hevði lagt seg á odda, so vildi Jákup Mikkelsen als ikki siga, at teir vóru nøgdir eftir dystin mikukvøldið. - Sjálvandi er tað altíð gott, at vit koma aftur tvær ferðir. Men eitt stig fyri dystin í dag er
er tí sjálvsagt, at hann fer at liggja framvið fyri at fáa føroyskar kundar. -Vit fara at seta okkum í samband við føroysk flutningsfeløg og ferðaskrivstovur fyri at bjóða teimum at brúka hotellið, tá [...] eigaranum Sjælsø bólkinum í Ørestad, og tað fyrsta sum hendir, er at hotellið Crowne Plaza letur upp, eins og fyrstu skrivstovuhølini verða klár at taka í nýtslu. Næstu árini verður so bygt enn størri, so tað [...] Allan L. Agerholm, sum hevur arbeitt nógv ár sum hotelstjóri, skal leiða Crowne Plaza, og taka sær av at serviserað í sambandi við útleigan av skrivstovum í Copenhagen Towers. Hann var í fleiri ár stjóri
av yvirtiknum servarum, ið roynir at leggja okkum flatar, sigur Páll Wiberg Joensen. Tað, sum hendur er, at so nógvur trafikkur verður í skipanini hjá Føroya Tele, at veruligu teldupostarnir ikki koma [...] skipanina hjá Føroya Tele. Av tí at talan er um teldupostar frá følskum adressum til falskar móttakarar, svarar kervið hjá Føroya Tele aftur av sær sjálvum til sendaran, at teldupoststaðurin ikki er til, [...] teknikararnir hjá Føroya Tele sita við sveittabrot og royna at standa ímóti álopinum. - Teir banka hart uppá í løtuni, og vit stríðast fyri at halda teimum úti, sigur Páll Wiberg Joensen. - Tað kann vera ein
Hon fer at halda til á horninum Niels Finsensgøta/Bøkjarabrekka Um hálvan annan mánaða fer ein nýggj kafé/pubb at seta sín dám á býarlívið í Havn. Tað er Hans Michal Hansen, sum til páskar fer at lata nýtt [...] koma inn at hugna sær við einum kaffimunni, og sum pubb um kvøldið. - Eg havi fingið fult skeinkiloyvi, eisini uttandura. Hølini liggja eisini sera væl fyri, so eg rokni við, at nógv fólk fara at vitja, [...] eisini gerast soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu koyra inn á terassuna, eins og barnavognar sjálvandi eisini fáa lætta atgongd, sigur Hans Michal Hansen. Uttandura ætlar hann at hava eitt avmarkað skeinkiloyvi