Í løtuni eru stórir trupulleikar við teldupost samskiftinum til Føroya. Orsøkin er eitt gigantiskt spammálop á netið hjá Føroya Tele Páll Wiberg Joensen úr Datatøkni hjá Føroya Tele, greiðir frá, at talan er um eitt gigantiskt spamm álop, har tað síðan klokkan 22 í gjár og til nú eru komnir okkurt um 1,5 milliónir teldupostar, ið eru sendir til fiktivar móttakarar.
- Talan er um inngangandi teldupostar frá einum sjálvvirkandi kervi av yvirtiknum servarum, ið roynir at leggja okkum flatar, sigur Páll Wiberg Joensen.
Tað, sum hendur er, at so nógvur trafikkur verður í skipanini hjá Føroya Tele, at veruligu teldupostarnir ikki koma fram, orsakað av ferðslutøppi.
Nakað tað sama hendi seinasta hósdag, tá 1 millión teldupostar brádliga komu inn í skipanina hjá Føroya Tele. Av tí at talan er um teldupostar frá følskum adressum til falskar móttakarar, svarar kervið hjá Føroya Tele aftur av sær sjálvum til sendaran, at teldupoststaðurin ikki er til, og so svarar hitt aftur, at tað ongan meyl hevur sent.
Seinasta hósdag vóru teir slopnir inn um fyrstu »barrikaduna«, og nú royna teir aftur. Hesaferð eru teir tó ikki komnir inn um dyrnar, og teknikararnir hjá Føroya Tele sita við sveittabrot og royna at standa ímóti álopinum.
- Teir banka hart uppá í løtuni, og vit stríðast fyri at halda teimum úti, sigur Páll Wiberg Joensen.
- Tað kann vera ein brúkari, ið hevur yvirtikið fleiri servarar, og so sendur hesar teldupostarnar gjøgnum teir. Hann kann sita í Føroyum ella onkra heilt aðrastaðni, og tað er næstan ógjørligt at finna hann ella teir, sigur Páll Wiberg Joensen.