Nevndarlimur í Føroyum fyri endan

Við Ørestad á Amager við Keypmannahavn byggja tey sum ongantíð fyrr. Millum annað letur fyrsta byggistig av Copenhagen Towers við m.a. stórum hotelli upp í november í ár Tá øll byggistigini eru liðug um nøkur ár, verður Copenhagen Towers størsta privata byggiætlan í Danmark nakrantíð, máld upp á fermetrar. Síðst í 2009 byrjar virksemið hjá eigaranum Sjælsø bólkinum í Ørestad, og tað fyrsta sum hendir, er at hotellið Crowne Plaza letur upp, eins og fyrstu skrivstovuhølini verða klár at taka í nýtslu. Næstu árini verður so bygt enn størri, so tað sum frá líður tilsamans verða 130.000 fermetrar av hotelli, skrivstovuhølum, felagshølum, matstovum, ráðstevnu-hølum, fitness-hølum o.ø.

Nevndarlimurin í Hotel Føroyum samtakinum, Allan L. Agerholm, sum hevur arbeitt nógv ár sum hotelstjóri, skal leiða Crowne Plaza, og taka sær av at serviserað í sambandi við útleigan av skrivstovum í Copenhagen Towers. Hann var í fleiri ár stjóri á Hilton við flogvøllin í Kastrup, og har hitti hann nógvar føroyingar.

-Vit funnu skjótt útav, at føroyingar vóru ein týðandi kundabólkur hjá okkum, og tí var eisini farið væl um teir, minnist Allan L. Agerholm.

Nú hann er blivin stjóri fyri einum øðrum hotelli, ikki so langt frá flogvøllinum í Kastrup, er tí sjálvsagt, at hann fer at liggja framvið fyri at fáa føroyskar kundar.

-Vit fara at seta okkum í samband við føroysk flutningsfeløg og ferðaskrivstovur fyri at bjóða teimum at brúka hotellið, tá tað letur upp í heyst, og vit kunnu bjóða eitt fyrstafloks hotel, sum liggur stutt frá øllum, sigur hann.