Um hálvan annan mánaða fer ein nýggj kafé/pubb at seta sín dám á býarlívið í Havn.
Tað er Hans Michal Hansen, sum til páskar fer at lata nýtt drykkju- og matstað upp á horninum Niels Finsensgøta/Bøkjarabrekka í hølunum, har Simme Musikkhús í sínari tíð helt til, og sum seinni hevur hýst fleiri øðrum fyritøkum, eitt nú DER, barnahandlum og parfumaríum.
Hølið liggur í hjartanum av býar- og náttarlívinum í høvuðsstaðnum, og skal um dagin virka sum kafé, har fólk kunnu koma inn at hugna sær við einum kaffimunni, og sum pubb um kvøldið.
- Eg havi fingið fult skeinkiloyvi, eisini uttandura. Hølini liggja eisini sera væl fyri, so eg rokni við, at nógv fólk fara at vitja, sigur Hans Michal Hansen.
Ein sera spennandi partur av verkætlanini er ein stór útiterassa omanfyri bygningin.
- Har er so ómetaliga veðurgott, stilli og rímiliga góður sólargangur. Tað skal eisini gerast soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu koyra inn á terassuna, eins og barnavognar sjálvandi eisini fáa lætta atgongd, sigur Hans Michal Hansen.
Uttandura ætlar hann at hava eitt avmarkað skeinkiloyvi við øli og kanska onkrum øðrum drekkandi – umframt non-alcoholic drykkir – og lættar, liðugtgjørdar sandwichs. Og so ber sjálvandi eisini til at keypa køkur og heitar tilgjørdar rættir inni í barrini.
- Hetta er ein spennandi verkætlan, sum eg rokni nokk so nógv við, sigur Hans Michal Hansen.
Fanga dansifólk
Um dagin, meðan hølini virka sum kafé, ætlar eigarin at leggja stóran dent á, at tað skal verða so barnavinarligt sum gjørligt. Barnafamiljur skulu kunna koma inn og njóta ein góðan kaffimunn og tað, sum hoyrir til til børnini. Tað er í stóran mun hetta, terassan er ætlað til, men er veðrið ikki til vildar, er rættiliga gott pláss innandura eisini.
- Samlað kunnu vit hava góð hundrað fólk sitandi inni og á terassuni, sigur Hans Michal Hansen.
Inni verða borð og stólar og benkur til eini 50 fólk, meðan onnur 50 kunnu sita úti á terassuni. Hendan er mest ætlað at brúka um dagin, men góðu summarkvøldini er eingin ivi um, at fólk hava hug at sita úti og njóta ein bita ella eina øl.
Og sum pubb um kvøldið er tað serliga dansifólkið, sum pubbin skal fanga.
- Vit hava loyvi at hava opið frá klokkan 11 fyrrapart til miðnátt, men fríggjakvøld og leygarkvøld kunnu vit hava opið til klokkan fýra, og tá vóna vit sjálvandi at fanga fólk, sum fara eitt sindur tíðliga úr dansinum, sigur Hans Michal Hansen.
Og her er tað, at góða plaseringin mitt í býnum kemur inn í myndina.
Í løtuni verður arbeitt undir fullum trýsti við at seta hølini í stand. Eitt nú skulu tvey WC setast upp aftrat tí eina, sum er framman undan, og í heila tikið skulu hølini gerast hugnalig, so tey hóska væl til endamálið.
- Gongur sum ætlað, lata vit upp til páskir, sum eru um hálvan annan mánaða, sigur Hans Michal Hansen.
Hann roknar við, at fáa brúk fyri tveimum starvsfólkum gerandisdagar, men fleiri um vikuskiftini.
- Starvsfólkið verður alt eftir tørvi, men eg rokni við, at vit mugu vera minst fýra fríggjakvøld og leygarkvøld, sigur Hans Michal Hansen.
Hann hevur ikki enn gjørt av, hvussu nýggja kombineraða kaféin/pubbin skal eita.