Fiskaprísir
Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya ásannar, at ávísir prísbatar hava verið í seinastuni, men í morgun kom aftur stígur í, og fiskaprísirnir vóru sum heild vánaligir.
Hann sigur, at tað gongur illa at fáa líkinda prís fyri flatfisk og havtasku, nú bátar eru á landleiðini, og meginparturin av veiðini hjá teimum er flatfiskur.
- Tað er kappingin – útboð og eftirspurningur – sum avgera prísirnar, bæði her heima og uttanlands, og vit hava skilt, at væl av fiski kemur á útlendsku marknaðirnar í løtuni.
Hann ásannar, at tað gekk trekt at selja í morgun, og hetta harmar eisini tey á Fiskamarknaði Føroya, nú útlit annars hava verið til batar.
- Summartíðin er ikki vanliga tíðin, har fiskaprísirnir hækka, men nú prísirnir hava verið so lágir, vóru vónir um, at teir batar, sum hómaðust, fóru at vísa seg frameftir, sigur hann.
Høgni Hansen sigur, at tunga, sum er ein týðandi partur av veiðini hjá trolbátunum, hevur ligið sera lágt í prísi.
- Hetta er ein fiskur, sum vanliga hevur góðan prís, men so er ikki í løtuni. Tað eru tí teir, sum frysta tungu og goyma hana, til teir seinni í heyst ella út á veturin vænta sær betri prís fyri hana. Hetta bindur pening og gongur soleiðis eisini útyvir prísirnar.
Størri eftirspurningur
Spurdur, um prísirnir høvdu verið betri, um fleiri keyparar meldaðu seg, sigur Høgni Hansen, at sjálvandi hevði tað tænt prísunum, um størri kapping hevði verið um fiskin.
- Tað er altíð gott fyri fiskaprísirnar, tá eftirspurningurin er stórur. Fleiri keyparar gera ikki søluna verri, leggur hann aftrat.