Menninir tóku fimtapláss

Føroyska spælið í fyrsta setti í morgun var nakað av tí besta á oyggjaleikunum, og hóast Jersey fekk tikið annað sett, eydnaðist føroysku flogbóltsmonnunum at vinna uppibornan sigur í dystinum um fimtaplássið

FLOGBÓLTUR

 

Undan ferðini til Álands var ilt at siga, hvør dygd var í mansliðnum í flogbólti, og tað vísti seg eisini undir teimum ymsu dystunum, at avrikini vóru sera svingandi. Í morgun eydnaðist so liðnum at vinna dystin um fimtaplássið, og tað var helst eisini plássið, føroyska spælið hevði uppiborið.

Tað byrjaði annars so væl við greiðum 3-0 sigri á Guernsey, men síðani taptu menninir 0-3 fyri Gotlandi, og tað úrslitið var tað, ið kostaði mest. Besti dysturin var 3-2 sigurin á Caymanoyggjum, men avrikið var eisini gott í 0-3 tapinum fyri Álandi, ið er eitt tað allarsterkasta liðið á leikunum. Tann dystin hevði eingin væntað at vunnið, so tí var serliga stór orsøk til at iðra seg um, at tað kiksaði ímóti Gotlandi.

Alt hetta førdi so við sær, at menninir gjørdust ov stuttir til at røkka í hálvfinalurnar, so í morgun máttu teir spæla um fimtaplássið ímóti Jersey, sum var triðbest í hinum innleiðandi bólkinum. Her endaði tað við føroyskum sigri, 3-1, ið staðfesti, at spell var, at liðið kom so seint í gongd.

Serliga í fyrsta setti í morgun lá væl fyri, og 25-15 boðaði frá góðum, tí her var talan um góðar servur, góðar móttøkur og gott hugflog í álopsspælinum. Men stígur kom í beinanvegin, tí í øðrum setti var ein greið leiðsla mist, og so vann Jersey 25-22. Í triðja og fjórða setti reistu menninir seg aftur og vunnu 25-20 og 25-21, sum rakk til sigurin.