Í Føroya rætti í morgun var eitt rættarmál, sum vísti, hvussu vandamikil rúsevni kunnu vera. Tey kunnu kosta lív. Tann ákærdi var ein 20 ára gamal maður, sum hevði smuglað ecstasy-tablettir til Føroya.
Hann hevði fingið tær 80 ecstasy-tablettirnar frá einum manni, sum hevði lagt honum lag á, hvussu hann skuldi smugla rúsevnini til Føroya. Hann skuldi bara koyra tey í hýtir og so svølgja hýtirnar.
Tað gingu nakrir dagar, men hýtirnar komu ikki útaftur. Hann royndi at drekka nógv vatn, og tað eydnaðist honum at spýggja eina uppaftur. Tá var alt líka vátt.
Tá ið hann sunnumorgunin kom heim frá Múrinum, fór hann upp at rista, hann sá løgin út í speglinum, beinini bóru hann nóg illa, og tá kom bangilsi á hann, so hann ringdi 1-1-2.
Í stívliga eitt samdøgur var hann á Landssjúkrahúsinum, men tá ið hann kom út, kendi hann seg framvegis ávirkaðan.
Tað vísti seg, at tablettirnar vóru upploystar í tarmunum.
Í rættinum fekk maðurin at vita, at høvdu rúsevnini verið av betri slag, var hann ikki til meira. Maðurin ásannaði, hvussu býtt hann hevði borið seg at.
Hesin maðurin sat til í apríl ein dóm fyri annað lógarbrot, og tá varð hann royndarleyslatin.
Hóast hetta helt ákærin, at tann ungi maðurin skuldi sleppa við treytaðari fongsulsrevsing fyri alt, og hesum tók dómarin undir við. Maðurin fekk sjey mánaða treytaða fongsulsrevsing við tvey ára royndartíð.
Dómurin var so linur, tí alt bendir á, at maðurin er við at fóta sær, og tí fekk hann við hesum dóminum ein kjans aftrat.