Ólavsøkuavtalan

EB/Streymur og Víkingur vilja ikki finna seg í, at HB og B36 skulu fáa helvtina av inntøkunum, steypafinalan kastar av sær

Í farnu viku skrivaði Sosialurin, at steypafinalan eftir øllum at døma er í stórum vanda.

Hóast eingin av formonnunum ynskir at siga tað stóra, ljóðar tað fyri vist, at EB/Streymur og Víkingur eru ógvuliga ónøgd við býtið av inntøkum, steypafinaludysturin kastar av sær.

Orsøkin er ein avtala, Fótbóltssambandi hevur gjørt við HB og B36, sum eisini skulu hava sín part av inntøkunum av dystinum. Sum greitt var frá í blaðnum hósdagin í farnu viku, hava havnarfeløgini havt sum siðvenju at spæla dyst á ólavsøku, men sum tað eisini stóð skrivað, hevur hesin dysturin flutt seg frá at vera stórdystur til ein týdningarleysan venjingardyst.

Ein venjingardystur, sum helst hevði verið av ongum í ár, tí landskappingarskráin snøgt sagt ikki rúmar hesum. Kortini hevur Fótbóltssambandið gjørt eina avtalu við HB og B36, sum tryggjar teimum helvtina av inntøkunum av steypafinaluni.

Við øðrum orðum skulu finaluliðini býta inntøkurnar av steypafinaluni við tvey feløg, sum als ikki eru partur av henni. Tað eru tó HB og B36, sum leggja vøll til finaluna, og tískil er tað ikki órímiligt, at tey fáa eina upphædd fyri lán av vøllinum, men sum skilst kunnu EB/Streymur og Víkingur – umframt 12 onnur limafeløg í Fótbóltssambandi Føroya – ikki góðtaka, at HB og B36 skulu fara avstað við helminginum av inntøkunum.

Ónøgdin sigst vera so stór, at um EB/Streymur og Víkingur ikki fáa størri part av pengakøkuni, sum stendur eftir eftir steypafinaluna, sýta tey fyri at spæla steypafinaluna í Havn á ólavsøku.