Myndugleikarnir í Japan siga nú, at teir leita eftir einum skipi, sum ikki er komið afturíaftur aftan á tann harða jarðskjálvtan og ta stóru flóðalduna í morgun. Sagt verður, at umleið 100 fólk vóru umborð [...] við eitt tok í morgun, og tíðindastovurnar gita, at flóðaldan kann hava tikið tað við sær. Japanska innanríkisráðið kunngjørdi fyri løtu síðani, at millum 200 og 300 fólk eru funnin deyð eftir jarðskjálvtan
Fleiri hundrað studentar gingu í dag mótmælisgongu í sýriska býn Aleppo, sum er næststørsti býur í landinum. Sum skilst var hetta tann fyrsta mótmælisgongan í Aleppo, síðani mótmælini ímóti forsetanum [...] fyri lærda háskúlan í býnum, og ein mannarættindafelagsskapur sigur, at minst fýra studentar vórðu tiknir. Felagsskapurin sigur, at studentarnir vístu samkenslu við teimum, sum eru deyð í samanbrestum millum [...] millum mótmælisfólk og løgregluna í býunum Daraa og Banias, sum hava verið miðdepil fyri mótmælunum ímóti landsins leiðslu.
Støða teirra er hættislig. Flogfarið var á veg úr Yaroslavl mitt í Ruslandi til Minsk í Hvítarusslandi, har liðið skuldi spæla móti HC Dinamo í morgin. Men júst sum flogfarið varð farið á flog datt tað niður [...] rakt russiska íshockey-býin Yaroslavl. Íshockey-liðið Lokomitit var við í flogfarinum, sum datt niður, og yvir 40 fólk eru deyð. Fleiri av offrunum eru frægir spælarar úr Kekki, Slovakia og Svøríki. Tvey [...] niður bara 500 metrar frá lendingarbreytini. Lokomotiv er mett at vera næstbesta liðið í heiminum.
hevur fingið positivt svar. Sostat eru tað í løtuni 3.319 smittað 19 eru innløgd við koronu, harav níggju eru innløgd vegna koronu. 24 eru deyð við koronu í Føroyum. [...] Í gjár vóru 170 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Hetta er nakað minni enn tað, vit hava sæð seinastu tíðina. Til dømis vóru 426 tilburðir staðfestir fyrradagin
eru deyð við koronu í Føroyum. Smittutrýstið setti eins og talið av smittaðum met í gjár við 9,6 prosentum. Og vit settu eisini met í smittaðum um dagin seinastu vikuna. Tað talið var í gjár 170 í miðal [...] Í gjár vóru 279 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Øll tey smittaðu hava fingið boð. 2897 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 1205 smittað, trý eru [...] miðal um dagin seinastu vikuna, sum er 95 oman fyri markið fyri at koma í reyða feltið í ferðsluljósskipanini hjá landsstýrinum, sum merkir strangari tilmæli. Enn eru tilmælini tó ikki broytt.
tilburðir, sum ger, at smittutalið í landinum í løtuni er veksandi. 58 kommunur í Noregi hava veksandi smittu. Samlaða talið av smittaðum, síðan farsóttin tók seg upp, er 140.204. Í løtuni liggja 34 fólk á sjúkrahúsi [...] sjúkrahúsi við koronu, og 804 fólk eru deyð av - ella við - koronu.
Minst 181 fólk eru skrásett deyð í skógareldunum, men fleiri bera ótta fyri, at talið kann fara upp um 300, tí nógv fólk eru ikki komin afturíaftur og liggja helst innibrend í húsunum. Higartil eru bjar [...] illgruna fyri at hava sett eld á skógarøki Sambært løgregluni vórðu teir báðir menninir tiknir í býnum Marysville í statinum Victoria, sum er serliga illa herjaður av skógareldum. Løgreglan sigur, at atferðin
Túsundtals fólk runnu út á gøtuna í kinesiska stórbýnum Chengdu í morgun, tí tað ljóðaði, at ein harður jarðskjálvti var á veg Tíðindastovurnar skriva, at fólk runnu ræðslusligin runt og leitaðu eftir [...] einar 150 kilometrar frá Chengdu. Tann ógvusligi jarðskjálvtin í síðstu viku var 7,9 á Richter-stiganum. Higartil eru 34.000 fólk funnin deyð eftir skjálvtan.
Minst 47 fólk eru deyð í einari røð av atsóknum ymsastaðni í Irak í dag Dagurin í dag hevur verið ógvuliga ófriðarligur í Irak, og sambært sjúkrahúskeldum hava minst 47 fólk latið lív í fleiri atsóknum. [...] Ringast var í Mosul har norðuri í landinum, har minst 10 stjórnarhermenn doyðu í einari sjálvmorðsatsókn. Umleið 30 aðrir vórðu særdir. Í Bagdad doyðu seks fólk, tá menn skutu eftir fólki á einum mar [...] marknaðartorgi, og éina aðrastaðni í býnum drap ein rakett fimm fólk. Amerikanska herleiðslan sigur, at amerikanskir hermenn søktu at uppreistrarmonnum í Diyala-landslutinum, og at 12 uppreistrarmenn lógu
Ein jarðskjálvti í Pakistan hevur kravt minst 100 mannalív Skjálvtin, sum var 6,2 á Richterstiganum, var í útsynningspartinum av Pakistan um midnáttarleitið í gjárkvøldið okkara tíð. Myndugleikarnir siga [...] eru deyð. Sagt verður, at átta bygdir eru illa farnar, og tí bera myndugleikarnir ótta fyri, at skjálvtin hevur kravt uppaftur fleiri mannalív. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í jar [...] jarðskjálvtanum var 70 kilometrar frá býnum Quetta. Fyri trimum árum síðani kravdi ein jarðskjálvti í Pakistan 75.000 mannalív, og fleiri milliónir mistu hús og heim. Tann skjálvtin var 7,6 á Richterstiganum