Avstralska løgreglan hevur tikið tveir menn, sum eru undir illgruna fyri at hava sett eld á skógarøki Sambært løgregluni vórðu teir báðir menninir tiknir í býnum Marysville í statinum Victoria, sum er serliga illa herjaður av skógareldum. Løgreglan sigur, at atferðin hjá monnunum elvdi til illgruna, men meiri vil hon ikki siga.
Minst 181 fólk eru skrásett deyð í skógareldunum, men fleiri bera ótta fyri, at talið kann fara upp um 300, tí nógv fólk eru ikki komin afturíaftur og liggja helst innibrend í húsunum.
Higartil eru bjargingarliðini ikki sloppin at kanna húsaleivdirnar, tí hitin er so nógvur.