Ein stór vanlukka hevur rakt russiska íshockey-býin Yaroslavl. Íshockey-liðið Lokomitit var við í flogfarinum, sum datt niður, og yvir 40 fólk eru deyð.
Fleiri av offrunum eru frægir spælarar úr Kekki, Slovakia og Svøríki.
Tvey fólk komu frfá vanlukkuni við lívinum og liggja á sjúkrahús. Støða teirra er hættislig.
Flogfarið var á veg úr Yaroslavl mitt í Ruslandi til Minsk í Hvítarusslandi, har liðið skuldi spæla móti HC Dinamo í morgin.
Men júst sum flogfarið varð farið á flog datt tað niður bara 500 metrar frá lendingarbreytini.
Lokomotiv er mett at vera næstbesta liðið í heiminum.