Minst 100 deyð í jarðskjálvta

Ein jarðskjálvti í Pakistan hevur kravt minst 100 mannalív Skjálvtin, sum var 6,2 á Richterstiganum, var í útsynningspartinum av Pakistan um midnáttarleitið í gjárkvøldið okkara tíð.

Myndugleikarnir siga, at fyribils hava teir fingið at vita, at minst 100 fólk eru deyð. Sagt verður, at átta bygdir eru illa farnar, og tí bera myndugleikarnir ótta fyri, at skjálvtin hevur kravt uppaftur fleiri mannalív.

Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í jarðskjálvtanum var 70 kilometrar frá býnum Quetta.

Fyri trimum árum síðani kravdi ein jarðskjálvti í Pakistan 75.000 mannalív, og fleiri milliónir mistu hús og heim. Tann skjálvtin var 7,6 á Richterstiganum.