Í gjár vóru 279 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
2897 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 1205 smittað, trý eru innløgd, og 15 eru deyð við koronu í Føroyum.
Smittutrýstið setti eins og talið av smittaðum met í gjár við 9,6 prosentum. Og vit settu eisini met í smittaðum um dagin seinastu vikuna. Tað talið var í gjár 170 í miðal um dagin seinastu vikuna, sum er 95 oman fyri markið fyri at koma í reyða feltið í ferðsluljósskipanini hjá landsstýrinum, sum merkir strangari tilmæli. Enn eru tilmælini tó ikki broytt.