Myndugleikarnir í Japan siga nú, at teir leita eftir einum skipi, sum ikki er komið afturíaftur aftan á tann harða jarðskjálvtan og ta stóru flóðalduna í morgun. Sagt verður, at umleið 100 fólk vóru umborð á skipinum. Sambært tíðindastovuni Kyodo News er tað ein skipasmiðja, sum eigur skipið.
Samstundis siga myndugleikarnir, at teir mistu sambandið við eitt tok í morgun, og tíðindastovurnar gita, at flóðaldan kann hava tikið tað við sær.
Japanska innanríkisráðið kunngjørdi fyri løtu síðani, at millum 200 og 300 fólk eru funnin deyð eftir jarðskjálvtan og flóðalduna, men at munandi fleiri eru ikki komin afturíaftur. Harafturat eru nógv fólk løstað.