Blóðigur dagur í Irak

Minst 47 fólk eru deyð í einari røð av atsóknum ymsastaðni í Irak í dag Dagurin í dag hevur verið ógvuliga ófriðarligur í Irak, og sambært sjúkrahúskeldum hava minst 47 fólk latið lív í fleiri atsóknum.

Ringast var í Mosul har norðuri í landinum, har minst 10 stjórnarhermenn doyðu í einari sjálvmorðsatsókn. Umleið 30 aðrir vórðu særdir.

Í Bagdad doyðu seks fólk, tá menn skutu eftir fólki á einum marknaðartorgi, og éina aðrastaðni í býnum drap ein rakett fimm fólk.

Amerikanska herleiðslan sigur, at amerikanskir hermenn søktu at uppreistrarmonnum í Diyala-landslutinum, og at 12 uppreistrarmenn lógu eftirá.