Fleiri hundrað studentar gingu í dag mótmælisgongu í sýriska býn Aleppo, sum er næststørsti býur í landinum. Sum skilst var hetta tann fyrsta mótmælisgongan í Aleppo, síðani mótmælini ímóti forsetanum, Bashar al-Assad, og stjórn hansara byrjaðu tann 15. mars.
Tíðindastovurnar skriva, at studentar og menn hjá trygdarløgregluni brustu saman uttan fyri lærda háskúlan í býnum, og ein mannarættindafelagsskapur sigur, at minst fýra studentar vórðu tiknir.
Felagsskapurin sigur, at studentarnir vístu samkenslu við teimum, sum eru deyð í samanbrestum millum mótmælisfólk og løgregluna í býunum Daraa og Banias, sum hava verið miðdepil fyri mótmælunum ímóti landsins leiðslu.