sigur, at teimum dámar væl jólini og nýggjárið, og hon heldur, at hetta er ein hugnalig tíð. - Størsta broytingin við jólunum er, at gávurnar eru vorðnar nógv størri, og tað kostar. Slíkt kann vera trupult [...] jólastemningur. Hon sigur, at tey eta klokkan 18, og tá tey hava etið, spæla tey spøl, hyggja at einum góðum jólafilmi í hugnaligum felagsskapi. - Men, eg eri ikki so heppin, at beiggi mín og familja hansara [...] sigur, at tá hon og børnini eru einsamøll heima á jólum, bjóða tey vinum, sum eru einsamøll, at halda jól saman við teimum. - Tað eru mong, sum hava verið glað fyri hetta, og tað er deiligt at kunna gera
hvødu úr at gera og afturat vóru 40 mans frá Havnar Bjargingarfelag og sjálvbodnir. Onkur fráboðan kom av Velbastað og úr Kirkjubø, men hagar fór fólk ikki úr Havn, tað var ikki hildið vera ráðiligt [...] m, tá teir slógu saman. Á deild 2 á Landssjúkrahúsinum gjørdist neyðugt at flyta sjúklingarnar, tí takið byrjaði at ríva. Klaksvík Í Klaksvík var staðin ikki so umfatandi sum so nógva aðrastaðni [...] Klaksvík hendi einasti fólkaskaðin, vitað er um, vindurn gjørdi. Ein maður, sum var á veg oman á bryggjuna at hgyggja eftir einum báti fekk eina takplátu í høvdið. Hann bleiv lagdur inn á sjúkrahúsið
gingið ov seint. Hana mugu vit at seta størri ferð á. Og tað sær út til, at nýskipanin av eldraøkinum fer at koma ígjøgnum nú, og at eldraøkið verður flutt út til kommunurnar at umsita. Samstarv og minni hall [...] óumhugsin í vendingini og at vera ov fittur til at verða løgmaður. - Eg havi ein veikleika í, at eg kann verða ov bráður, og eg havi eitt temprament. Og eg kann eisini skriva undir uppá, at eg kann verða fittur [...] mær dámar ógvuligva væl at práta við fólk, at samskifta og at kjakast – eisini á facebook. - Jú, eg kundi havt tað friðarligari við ikki at gjørt tað, men eg eri ikki føddur til at hava tað friðarligt.
konfirmeraður. Fyrstu árini sóust ongi tekin til, at nakar fór at rýma, og lívið gekk sína gomlu gongd. Ein maður úr Kunoy flutti norður til Skarðs at búgva, men vetrarnar 1917 og 1918 fóru nøkur húski [...] yvir til Kunoyar at vera. Tey komu tó aftur til Skarðs móti sumri, og í 1918 varð ein drongur føddur har norði. Veturin 1918-19 fluttu aftur nøkur húski burtur, og tað hjálpti sum vera man ikku um arbe [...] veturin reyk bert í trimum húsum, og so gjørdu eisini tey av at rýma. Tann 26. januar 1919 fóru tey at bera seingjarklæði og húskiráð oman á Kleiv... Eina løtu eftir legði ein tigandi bátur frá landi við
fingið fleiri seyðir at liva, sum djóralæknin hevur biðið meg um at drepa. Eitt árið hevði eg ein veðr. Hann var sjúkur í bløðruni. Eg visti, at einasti møguleiki at fáa hann at liva var, at hann slapp av við [...] ið tað leið nakað frá, fór eg at síggja við høgra eyganum aftur. Tað vinstra bleiv myrkt, og tað er myrkt enn. Á sjúkrahúsinum fekk eg at vita, at hetta fór ikki at vera øðrvísi. Men annars var eg heppin [...] okkum undir at hava trolað á ávísari leið eftir toski. Eg royndi at snakka við teir. Eg segði, at vit báðir høvdu verið fiskimenn alla okkara tíð, og vit høvdu einki at dylja, hvat vit høvdust at. Teir vóru
Formaðurin sigur, at tað ikki er ráðiligt at tosa um ella arbeiða við at skerja ríkisveitingina. Fólkatingsmaðurin sigur, at Ríkisveitingin skal frystast og "útfasast". • Formaðurin sigur, at flokkurin hevur [...] fólkatingsmaðurin. At síggja til, vilja reiðmenninir ríða javnaðargangaran hvør í sína ætt. Annar vil fullveldisleiðina, og hin roynir at vera samríkissinnaður. Hvussu hevur hetta verið at sæð í nevnda t [...] Javnaðarflokkurin kom heim aftur Mong vóru spent eftir at vita, um nýggi, ungi formaðurin mundi fara at halda fram í fullveldissporinum. Ella um hann mundi fara at leiða Javnaðarflokkin hagar, ið javnaðarfólk
um, at tað hesa ferð eydnaðist at vinna silvurkrónuna í EM kappingini, men hann fjalir ikki, at ætlanin er at taka síðsta fetið upp á tindin, og at hann er eitt sindur vónsvikin av sær sjálvum, at hann [...] portal.fo og Svimjisambandið hava at vita, og Pál svaraði: -Fýra av fimm! Tað vil siga, at føroyska heimsstjørnan heldur, at tað ber honum til at leggja 25 prosent oman á avrikið: -Nú havi eg vunnið bronsu [...] sjálvsálit, og tað er gott grundstøði at arbeiða víðari út frá, heldur Jon Hestoy. Tað vil siga, at tú heldur tað vera veruleikanært, tá ið Pál sigur, at hann ætlar sær at vinna gull í stórari altjóða kapping
segði hann, at tey høvdu fingið lagt yvir 100 fráboðanir um skaða. Tá ið tað varð greitt, at hetta fór at vera ein av teimum stóru skaðadøgnum, varð eyka manning boðsend til arbeiðis at avgreiða allar [...] farin. Bjargingarlið hava havt úr at gera at tryggja tað, sum farið er, so at tað ikki fýkur á onnur og elvir til størri skaða og at bjarga tí, sum hevur fingið skaða frá at fáa enn størri skaða. Tað er framvegis [...] allar fráboðanirnar. Løgreglan sigur, at enn koma fráboðanir í hópatali, men kanska er tað heldur longri ímillum at telefonin ringir nú - Vit hava varhugan av, at tað er linkað eitt sindur, sigur løgreglan
ætlan vera 7. desember, men tann nógvi kavin gjørdi, at kappingin bleiv útsett eina viku. Hóast rennikappingin henda dagin er partur av Vetrarkappingini, kunnu øll luttaka, tí tey, ið ikki hava hug at renna [...] og er 5,5 kilometrar. Runnið verður frá Tórsbreyt, oman eftir Ringvegnum, niðan eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu yvir til Svartafoss og oman aftur móti Tórsbreyt. Tey ungu renna eina ferð runt
Fíggjarnevndin og vísir á, at flokkarnir hava heldur ikki ráð til at keypa sær ráðgeving. Grundgevingin hjá Fíggjarnevndini fyri at leggja 50 prosent oman á verandi játtan er tí, at hetta vil styrkja fólkaræðið [...] Tað er ov lítið at brúka 2,4 milliónir krónur um árið til politiska upplýsing. Tað heldur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum tí mælir til at leggja 1,2 millión krónur oman á hesa stuðulsjáttan, sum tí [...] annað verða nýttur til at reka politiskar flokkar, skeið- og fundarvirksemi og blaðútgávu í hesum sambandi.” Í síni grundgeving fyri at hækka játtanina sigur Fíggjarnevndin, at játtanin er minkað munandi