Tað er ov lítið at brúka 2,4 milliónir krónur um árið til politiska upplýsing. Tað heldur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum tí mælir til at leggja 1,2 millión krónur oman á hesa stuðulsjáttan, sum tí skal vera 3,6 milliónir krónur næsta ár.
Upphæddin verður býtt millum flokkar og uttanflokkatingmenn eftir atkvøðutali seinasta løgtingsval.
Flokkarnir hava rímuliga víðar heimildir til at brúka studningin. Sambært ásetingunum kann peningurin ”millum annað verða nýttur til at reka politiskar flokkar, skeið- og fundarvirksemi og blaðútgávu í hesum sambandi.”
Í síni grundgeving fyri at hækka játtanina sigur Fíggjarnevndin, at játtanin er minkað munandi seinnu árini.
- Úrslitið er, at politisku flokkarnir hava lítlan møguleika fyri at stuðla nýggjum valevnum, ið skulu stilla upp. Tí er tað vorðið ein fíggjarligur spurningur, hvørt valevni megna at bjóða seg fram í valstríði, sigur Fíggjarnevndin og vísir á, at flokkarnir hava heldur ikki ráð til at keypa sær ráðgeving.
Grundgevingin hjá Fíggjarnevndini fyri at leggja 50 prosent oman á verandi játtan er tí, at hetta vil styrkja fólkaræðið og møguleikan hjá øllum at stilla upp, uttan mun til fíggjarlig kor.
Lógin, ið gevur heimild til at veita politiskum flokkum fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og upplýsing, er frá 2003. Seinnu árini hevur samlaða játtanin verið tríggjar milliónir krónur um árið. Men á fíggjarlógini fyri 2011 varð játtanin skorin niður í 2,4 milliónir krónur, og tað hevur hon verið síðani.
Nú ger Fíggjarnevndin so eina roynd at útvega politisku flokkunum fleiri pengar, og mælir tí til at hækka játtanina upp í 3,6 milliónir krónur næsta ár.