- Mær dámar væl jólini og nýggjárið

- Í ár eru vit so heppin, at beiggi mín og familja hansara verða hjá okkum, sigur Jana Højgaard Brodersen.

Hvar verður tú á jólum?

 

- Vit halda jól heima í Søborg í Danmark.

 

Keypir tú jólagávur?

 

- Ja, eg keypi jólagávur. Tað gera vit øll, og tað er so hugnaligt. 

 

Hvussu heldur tú jól, og hvat eta tit?

 

- Eg haldi jól saman við báðum synum mínum, beiggja mínum Peter, konu hansara Jensinu og teirra fittu børnum, Maud og Karl Hera. Okkara jól verða hildin soleiðis: Klokkan 14 jólaaftan fara vit til jólakonsert, meðan dunnusteikin er í ovninum. Steikin verður etin aftur við hvítum eplum, brúnkaðum eplum, brúnari sós, reyðkáli og øðrum góðum. Oman á eta vit rísalamande – og so er tað mandlugávan. Tað er so stuttligt og hugnaligt. Aftur við matinum hava vit vín og sodavatn.

 

Jana Højgaard Brodersen sigur, at tey hava søtmeti og frukt á borðinum, nógv ljós, reyðan dúk, og jólatónleikur koyrir í útvarpinum.

 

- Eg havi pyntað við einglum, nissum, ljósketum og jólastjørnum. Við hús míni havi eg eisini pyntað við ljósketum og jólatræi við ljósum og reyðum og hvítum jólakúlum. Tá eg tendri træið, verður rættiligur jólastemningur.

 

Hon sigur, at tey eta klokkan 18, og tá tey hava etið, spæla tey spøl, hyggja at einum góðum jólafilmi í hugnaligum felagsskapi.

 

- Men, eg eri ikki so heppin, at beiggi mín og familja hansara eru her hvørji jól, tí onnur jól halda tey saman við familjuni hjá Jensiu. 

 

Jana Højgaard Brodersen sigur, at tá hon og børnini eru einsamøll heima á jólum, bjóða tey vinum, sum eru einsamøll, at halda jól saman við teimum. 

 

- Tað eru mong, sum hava verið glað fyri hetta, og tað er deiligt at kunna gera okkurt gott, og soleiðis sita vit heldur ikki einsamøll, tá beiggi mín og familjan hjá honum ikki eru her. 

 

Eru jólini broytt?

 

- Ja, jólini eru nógv broytt frá teirri tíðini, tá eg var barn og til dagin í dag. Tá hevði eg foreldur, ommu og abba. Tað var nakað heilt serstakt, og hetta hugsar tú ikki stórvegis um, fyrr enn tú gerst vaksin.

 

Hon sigur, at teimum dámar væl jólini og nýggjárið, og hon heldur, at hetta er ein hugnalig tíð.

 

- Størsta broytingin við jólunum er, at gávurnar eru vorðnar nógv størri, og tað kostar. Slíkt kann vera trupult hjá eini einsamallari mammu at liva upp til, men eg royni.

 

Jana Højgaard Brodersen sigur, at familjan hjá børnum hennara altíð hevur verið ófør at senda jólagávur til børnini, hóast tey búgva í Føroyum.

 

- Vit senda jólakort og heilsur á facebook, sigur hon, samstundis sum hon ynskir øllum í Føroyum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.