Eg kundi gjørt mær lívið nógv lættari

Hann fær hørð høgg, men heldur, at hann ofta biður um tað sjálvur. Hann klárar og vil ikki halda seg burtur frá kjaki og facebook, og hóast summar viðmerkingar raka meint, uggar hann seg við, at hann á seinasta løgtingsvali fekk eitt óvanliga gott persónligt val. Vit hava hitt Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann

Kaj Leo Holm Johannesen. Føroya løgmaður. Støðugt í andgletti og fyri atfinningum. Men eisini avhildin við metnógvum persónligum atkvøðum í skjáttuni. Formaður fyri Sambandsflokkin síðani 2004 og løgmaður síðani 2008.
Nú jólini nærkast hava vit verið á vitjan hjá løgmanni í Tinganesi og spurt hann, hvussu hann sjálvur upplivir sín leiklut sum løgmaður, hvat hevur serligan týdning fyri hann, og hvussu hann fyriheldur seg til hørðu ákoyringarnar, hann fær í kjaki.
Kaj Leo tosar eisini um, hvussu løgmansstarvið ávirkar familjuna, um at verða fittur og bráður, og um at biða um umbering, tá ið tað er neyðugt.

Hørð byrjan
Kaj Leo Holm Johannesen gjørdist løgmaður í september mánaði í 2008, tá ið heimsbúskapurin var í kreppu, og avleiðingarnar eisini merktust her heima.
- Eg setti meg í stólin, tá ið allur heimurin var í búskaparligum andaleypi í 2008. Tað var við summarfuglum í búkinum og ikki fullum sjálvsáliti, tí eg visti, at uppgávurnar fyri framman vóru stórar. Tosað varð um, hvørt hallið á fíggjarlógin fór at verða ein milliard ella 1,2 milliardir. Avbjóðingin hjá samfelagnum var sera stór tá, og tað vóru ikki smáting, vit fingu oman yvir okkum, greiðir Kaj Leo frá.
- Fyrsta árið var ótrúliga hart og avbjóðandi. Júst sum vit hildu, at tað var farið at ganga betur, fór Faroe Seafood á húsagang, og 700 fólk blivu arbeiðsleys, og ein leygarmorgun vóru eg og Jóannes Eidesgaard kallaðir á fund við Eik og fingu eina umbøn um at hjálpa bankanum, ella fór hann á heysin. Tankarnir um fyrra part av 1990’unum, tá ið samfelagið var illa fyri, og vit mistu 7000 fólk, vóru har, men tað ráddi um at hava bæði beinini á jørðini, hugsa seg væl um, fáa góða ráðgeving og taka so rættar avgerðir sum gjørligt. Hetta var ein krevjandi og lærurík tíð, sum eg vónandi ongantíð komi at uppliva aftur.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at hann í dag er nógv betur førur fyri at røkja starvið sum løgmaður, enn tá ið hann byrjaði fyri fimm árum síðani.
- Hetta hevur verið ein ótrúliga spennandi og lærurík tíð. Tú lærir nógv um menniskju, og tú verður eisini betri til at leiða menniskju. Eg skilji væl, at tú í nógvum útbúgvingum hevur eina lærutíð.
- Í dag eri eg nógv betur ílatin til at røkja starvið sum løgmaður, hóast eingin ivi er um, at eg eisini geri mistøk. Til dømis kundi nógv verið gjørt øðrvísi í tunnilsmálinum. Tað málið kundi verið viðgjørt meira opið og verið meira gjøgnumskygt, men vit agera øll í tí umhvørvi, vit eru í, og út frá treytum, sum vit hava. Onkur politisk mál kanst tú undirmeta, og tey vísa seg at verða sera kompliserað. Tey truplastu og mest fløktu málini at hava við at gera eru tey, tá ið tað er høgra móti vinstra, stórar peningauppæddir eru upp á spæl, og ymisku økini í landinum eisini eru upp ímóti hvørjum øðrum, heldur Kaj Leo og vísur á tunnilsmálið sum eitt dømi um slíkt mál.

Skal skapa semjur
Kaj Leo Holm Johannesen er ivaleysur, tá hann verður spurdur, hvat hann heldur verða týdningarmestu uppgávuna sum løgmaður.
- Týdningarmesta uppgávan er at vera savnandi og finna semjur. Ein politiskur leiðari skal hava evnini til at skapa semjur, Sjálvandi havi eg egnar meiningar, men eg má allatíðina arbeiða fyri semjum í samgonguni, og eg skal tryggja, at arbeiðslagið er gott. Eg skal eisini kunna standa inni fyri øllum, sum verður gjørt, hóast okkurt kundi verið gjørt øðrvísi.
Og líkamikið, hvussu vit arbeiða og fara fram, so er tað trupult at gera tað besta fyri øll samstundis, sigur Kaj Leo.
- Eg gevi avkall upp á nógv ting politiskt og persónligt við at vera løgmaður. Men tá vit eru farin í eitt samstarv, so er tað eitt samstarv millum fleiri flokkar, sum allir skulu hava ávirkan á samstarvið. Tað ber ikki til at fara til eitt val, lova hvat tú vilt arbeiða fyri, og so fáa alt ígjøgnum aftaná. Tú fært ongantíð alt ígjøgnum, tí allir flokkur mugu lata fyri at fáa. Vit í Sambandsflokkinum fáa skotið í skógvarnar, at Fólkaflokkurin bestemmar alt, men tað er also Sambandsflokkurin, sum hevur strongt á fyri at taka 170 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi og at hækka ríkisveitingina. Sjálvandi fært tú tíni fingramerki á eitt samstarv í ein samgongu, men tað fáa hini eisini.
- Vit hava fingið nógvar góðar og týðandi semjur í lag, eisini um stór mál, men fiskivinnunýskipanin hevur gingið ov seint. Hana mugu vit at seta størri ferð á. Og tað sær út til, at nýskipanin av eldraøkinum fer at koma ígjøgnum nú, og at eldraøkið verður flutt út til kommunurnar at umsita.

Samstarv og minni hall
Tað kann ganga hart fyri seg í politikki – ikki minst í eini samgongu, sum skal semjast og raðfesta, og ongan møguleika hevur fyri at ganga øllum ynskjum á møti. Fólk eru ósamd við avgerðum og raðfestingum, og støðugt trýst er á samgongusamstarvinum.
- Størsti parturin av míni tíð og orku fer til at røkja samstarvið í samgonguni og at halda hallinum niðri. Vit royna allatíðina at halda aftur við útreiðsluvøkstrinum, at tryggja neyðugar inntøkur, og eg eri fegin um, at tað gongur spakuliga rætta vegin. Eg eri ótruliga glaður fyri, at vit ikki høgdu bremsurnar í, soleiðis sum fleiri mæltu til í 2008, tí eg hevði ikki viljað sæð tað samfelagið, sum vit høvdu fingið burtur úr tí. Høvdu vit bremsað so hart, sum summi mæltu til, so høvdu vit mist lessið av lastini, og tað hevði fingið álvarsamar avleiðingar fyri samfelagið, heldur Kaj Leo.
- Uppgávan hjá mær er at fáa samgonguna at hanga saman og halda saman, eisini tá ið vit eru undir trýsti. Mær dámar væl at arbeiða við menniskjum og at samskifta við menniskju, og eg eri millum fólkini, sum eg skal leiða, og tað dámar mær væl. Men eg kann læra meira um at leiða, blíva betur til tað, tí sum leiðari ásannar tú eisini, at tú kanst gerast betur til nøkur ting, og tað arbeiði eg miðvíst við.
- Eg havi roynt leiðslu innan ítrótt og vinnulív, men politisk leiðsla er nakað heilt fyri seg. Í politikki fært tú eitt lið fjórða hvørt ár, tú skalt arbeiða við. Á einum landsliði velur leiðarin tey allarbestu út og setur sjálvur liðið saman. Í mínum føri má eg altíð leggja upp fyri ynskjunum hjá teimum politisku flokkunum, sum eg samstarvi við.
- Treytirnar eru, at tann politiski spælarin, sum hevur spælt ein vánaligan dyst, er vælkomin til næsta dyst, og eisini til næsta dystir eftir tað, um hann spælir vánaligt einaferð afturat. Eg kann ikki skifta spælarar út ella tosa um aðrar spælarar, sum høvdu verið góðir at fingið á liðið, og tí má eg leggja alla orku í at fáa tað besta burtur úr hesum liðnum, sum Føroya fólk velur fjórða hvørt ár.

Ov bráður
Kaj Leo Holm Johannesen verður stundum lagdur undir at verða ov skjótur og óumhugsin í vendingini og at vera ov fittur til at verða løgmaður.
- Eg havi ein veikleika í, at eg kann verða ov bráður, og eg havi eitt temprament. Og eg kann eisini skriva undir uppá, at eg kann verða fittur, hóast eg veit ikki, um hini í samgonguni halda, at eg altíð eri so fittur, tá ið eg skal hava okkurt ígjøgnum aftanfyri stongdar dyr.
- Eg kann ikki sita í hasum stólinum har yviri, bara verða fittur og smílast býtt og ikki taka konfrontatiónirnar, og eingin kemur í handan stolin við bara at vera fittur. Eg veit, at hesa vikuna skal eg hava eitt ótal av hørðum konfrontatiónum um fíggjarlógina. Tað eru allatíðina spenningar og ósemjur, men tað taki eg eisini við, tí uppgerðirnar mugu takast, og tær taka vit innanhýsis.
- Eg ynski at læra at samskifta enn betur sum leiðari við tey fólkini, sum eg samstarvi við - bæði embætisfólk og politikarar. Tí tað vísur seg, at samskiftir tú ikki nóg nógv, so kunnu mál fara á eitt skeivt spor ella skapa trupulleikar.
Løgmaður viðurkennir eisini, at hann onkuntíð hevur verið óumhugsin við sínum viðmerkingum og reaktiónum.
- Øll kunnu blíva ill, men tað er ein kunstur at blíva illur til røttu tíð, á rætta stað, við rættari mongd ímóti teimum røttu. Tá tú klárar tann kunstin, so ert tú fantastiskur leiðari. Eg klári ikki tann kunstin enn. Og geri eg einum persóni órætt, so má eg bakka og biða um umbering.
- Til dømis var eg herfyri rættiliga harðligur við Liljan Weihe (tíðindaleiðara í Kringvarpinum, red.), og tá mátti eg hyggja hana í eyguni, taka í hondina á henni og biða um umbering, tí eg hevði uppført meg órættvíst. Tað er sum við ítróttinum, tú kanst gera okkurt unfair í kampens hede, men aftaná mást tú fyrihalda teg til tað og biða um umbering, um tað er neyðugt, sigur løgmaður.

Kjak og facebook
Sjáldan hevur ein løgmaður verið so áhaldandi fyri atfinningum, sum Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið. Ein orsøk er sjálvandi, at við nýggjum miðlum og nýggjari tøkni er nógv lættari og skjótari og sjónligari at hava viðmerkingar um øll hugsandi mál. Ein onnur orsøk er kanska, at løgmaður sjálvur leggur upp til kjak og ákoyringar - eitt nú á facebook.
- Politikarar siga ofta, at teir taka tað ikki so nær, um onkur finnist at teimum, men politikarar eru eisini menniskju, og summar viðmerkingar raka teg. Eg fái nógv sløg, men nógv av av tí biði eg helst um og havi sjálvur ábyrgdina av. Men eg dugi eisini at síggja, at til dømis á facebook eru nøkur fólk, sum ganga aftur, og sum koma við viðmerkingum á einum øgiliga lágum støði.
- Eg verði dømdur av veljarunum fjórða hvørt ár, og seinast fekk eg næstan tvey túsund persónligar atkvøður. Áðrenn tað valið fekk eg eisini ræðuliga harðar ákoyringar, tað var ein ljót niðurgerðing av mær, og tí var tað ein lætti at fáa eitt sovorðið val. Tú skalt minnast til, at tað er ein evarska lítil partur av fólkinum, sum kemur við teimum harðastu viðmerkingunum. Hini 98 prosentini av Føroya fólki kenna sær hógv á sosialu miðlunum og kjakast á ein sakligan hátt.
- Eg fái nógvar ákoyringar, men tað má eg liva við. Eg veit væl, at eg kundi gjørt mær lívið nógv lættari, um eg til dømis ikki fór á facebook. Onkur fólk biða meg eisini halda meg burtur haðani, men tað klári og kann eg ikki. Tað er kanska ein veikleiki hja mær, men mær dámar ógvuligva væl at práta við fólk, at samskifta og at kjakast – eisini á facebook.
- Jú, eg kundi havt tað friðarligari við ikki at gjørt tað, men eg eri ikki føddur til at hava tað friðarligt. Politikkur snýr seg millum annað um at samskifta, at verða ósamdur, at verða illur um neyðugt, og tað er tað. Eg elski ein góðan kamp og eitt gott kjak, har tað eru góð argument báðar vegir. Eg kundi gott havt tað nógv lættari, eg veit tað væl, men tað vil eg ikki. Summi halda kanska, at ein politiskur leiðari skal ganga púra stívur á einum reyðum løbara, men tann leiðarin eri eg ikki.
- Men hinvegin skal eg sum politiskur leiðari uppføra meg ordiligt ímóti fólki. Fái eg eina ljóta takkling, so havi eg kanska hug at geva aftur, men tað kann eg ikki sum løgmaður. Eg havi eisini boðið onkrum persóni, sum hevur verið øgiliga harðligur við meg í kjaki, til kaffi fyri at práta eitt sindur. Mann skal eisini lurta eftir hvørjum øðrum og tosa saman fyri tað, um mann er rúkandi ósamdur.

Er motiveraður
Starvið sum løgmaður er slítandi, og Kaj Leo Holm Johannesen hevur eisini kent trýst á sær á fleiri frontum, men hann sigur seg framvegis verða motiveraðan at røkja starvið sum løgmaður.
- Eg havi framvegis neistan, og eg gleði meg at fara til arbeiðis, hóast eg eisini havi bakkdagar, og onkrar óhugaligar uppgávur viðhvørt bíða eftir mær. Eg føli meg tryggari sum løgmann í dag enn í september í 2008, tá ið eg tók við. Eg havi lært nógv, og eg føli, at eg kann gera mun.
- Tá tú missir neistan, mást tú út beinanvegin, tí tann mentali belastningurin at vera løgmaður er øgiligur. Tú skalt verða til reiðar 24 tímar um døgnið, og tí mást tú vilja hetta.
Kaj Leo vísur á, at eitthvørt starv og lívsval hevur ein persónligan kostnað og avleiðingar av onkrum slagi.
- Tá ið eg tók við sum løgmaður, stúrdi eg fyri børnunum, um tey fóru at verða happað, men fólkaskúlin dugir sera væl at lofta slíkum, tí dreingirnir uppliva ikki nakra happing orsaka av, at eg eri løgmaður.
- Í onkrum føri hava onkrar politiskar hendingar ávirkað teir. Eg minnist, at tá ið tað einaferð varð prátað um at seta ein kanningarstjóra at kanna løgmann. Tá vóru dreingirnir eitt sindur óttafullir og spurdi, hvat eg hevði gjørt. Tað ávirkaði meg, og eg mátti greiða teimum frá, hvat tað snúði seg um, sigur Kaj Leo.
- Men alt hevur ein kostnað av onkrum slagi. Teir, sum eg gekk á skipsføraraskúla við, eru nógv burtur. Teir flúgva niður til Brasil, eru til arbeiðis har í ein mánað og koma so heimaftur í ein mánað, áðrenn teir fara avstað aftur. Hevði eg ikki verið farin inn í politikk, so hevði eg kanska verið skipari hjá Maersk ella arbeitt á einum plattformi, og tað hevði eisini havt sín prís.
- Í einstøkum politiskum málum, tá ið ágangurin hevur verið stórur, hevur tað gingið út yvir tey nærmastu, at eg havi verið løgmaður. Eg rokni við, at tað er strævnari at vera kona og børn hjá løgmanni, enn tað er hjá mær at røkja starvið. Konan hjá mær dámar ikki politikk. Hon heldur seg langt frá politikki, og hon gjørdi mær frá byrjan greitt, at hon valdi ikki løgmanssembætið, tað valdi eg.

Tíðin er avmarkað
Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið løgmaður síðani september 2008, og hann er longu millum teir politikarar, sum hava sitið longst sum løgmenn í Føroyum. Situr Kaj Leo valskeiðið út, er hann tann løgmaður, sum hevur sitið triðlongst í embætinum – eftir Alta P. Dam og Kristian Djurhuus.
- Eg havi verið formaður í Sambandsflokkinum síðani 2004, og eg havi sitið við ábyrgd síðani. Tað eru onnur, sum hava valt meg inn í politikk og til leiðara, og orsøkin til, at eg eri løgmaður, má verða, at onnur fólk vilja hava meg at leiða. Men eg veit væl, at tað kann verða av, nær tað skal verða, sigur Kaj Leo.
- Tað er so nógv, sum skal ganga upp í flokkinum og í samgongu, men eg eri motiveraður at røkja starvið í løtuni. Hinvegin veit eg eisini, at tá ið eg havi roynt nakað í eina tíð, so fái eg hug at royna okkurt annað, sigur Kaj Leo.
- Eg eri liðspælari út í fingraspíssarnar, so tá ið flokkurin ikki vil hava meg sum formann longur, so er tað í lagi, og so stuðli eg nýggja formanninum. Eg havi ikki forfengiligheitina, sum forðar mær í at fara at frá at verða løgmaður til at gera okkurt annað í politikki ella aðrastaðni. Og kanska siga allir leiðarar tað, men eg ætli mær ikki at sita og halda krampagtiga fast um valdið. Tá ið tíðin er komin til tað, so gevist eg sum løgmaður.
Kaj Leo ásannar, at tað krevur nógv av einum persóni at verða politiski leiðarin í einum landi.
- Tá tú ert løgmaður, ert tú løgmaður hvønn dag allan dagin. Eg eri á onkran hátt altíð á vakt. Tá tað gongur væl, og tað eru góð politisk mál, eru nógv um boðið at standa við ábyrgd, og tá kann eg trekkja meg eitt sindur, men tá tað eru vánalig ella trupul mál, so eru tað ikki so nógv, sum vilja sita við endan. Men tað er eisini ein uppgáva hjá løgmanni, at hann fær ábyrgdina av teimum heilt truplu málunum og situr við evstu ábyrgd í samgonguni.
- Eg royni tó at seta mær dagar og løtur av til familjuna, og eg royni at brúka tíð til børnini um vikuskiftini. Og tær løturnar, sum eg fái saman við familjuni í friði og náðum, eru fantastiska góðar, og tær seti eg stóran prís uppá. Einki er sum at fara til fótbólt við dreingjunum ein leygardag, verða saman við teimum og práta við fólk. Tað er fantastiskt. Tá livi eg mitt í verðini og løði av álvara battaríini. Á jólum havi eg sum løgmaður onkrar umboðandi uppgávur, men tær dámar mær væl, og tað eru eisini stundir til at verða saman við framiljuni og halda jól.