Triðja Vetrarkappingin er í dag

Vetrarkappingin, sum skuldi verið í síðstu viku, verður í dag

Í dag skipar felagið Bragdið fyri rennikapping.

 

Kappingin skuldi annars eftir ætlan vera 7. desember, men tann nógvi kavin gjørdi, at kappingin bleiv útsett eina viku.

 

 

Hóast rennikappingin henda dagin er partur av Vetrarkappingini, kunnu øll luttaka, tí tey, ið ikki hava hug at renna, kunnu ganga eina sokallaða motiónsrutu.

 

 

Vetrarkappingin er tann triðja í røðini av tilsamans átta, og hesaferð er rutan til tey vaksnu 10,2 kilometrar og til tey ungu 3,1 kilometrar. Motiónsrutan er fyri fyrstu ferð við og er 5,5 kilometrar. 

 

 

Runnið verður frá Tórsbreyt, oman eftir Ringvegnum, niðan eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu yvir til Svartafoss og oman aftur móti Tórsbreyt. Tey ungu renna eina ferð runt, tey vaksnu renna fýra ferðir runt, og motionistarnir renna tvær ferðir runt.

 

 

Aftaná renningina bjóða  fyrireikararnir ein heitan drekkamunn við onkrum góðum afturvið í Fimi, og har verða heiðursmerkini eisini handað til nummar 1, 2 og 3 í Vetrarkappingini. Eingi heiðursmerki verða til motionistarnar.