Reiðmenn Javnaðar­floksins ríða hvør í sína ætt

Órógvandi er at uppliva, at Javnaðarflokkurin er - ella letst vera - ósamdur við seg sjálvan, tá ið umræður Ríkisfelagsskapin, Ríkisveitingina og yvirtøkur av málsøkjum

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
------

Hvøllir lógvabrestir um alla lon­ina.
Eitt vikuskifti í mars mánaði í 2011 helt Javnaðarflokkurin ein týð­andi fund, har ið flokslimirnir vóru serliga fegnir.
Hetta var landsfundurin, tá ið eitt ættarliðsskifti fór fram í ovastu leiðsluni.
Flokkurin takkaði gamla full­veldis­sinnaða formanninum fyri drúgva tænastu.
Nýggi maðurin, Aksel V. Johanne­sen, bleiv borðin á lógvabrestum inn í formanssessin.

Javnaðarflokkurin kom heim aftur
Mong vóru spent eftir at vita, um nýggi, ungi formaðurin mundi fara at halda fram í fullveldissporinum.
Ella um hann mundi fara at leiða Javnaðarflokkin hagar, ið javn­aðar­fólk flest munnu kenna seg heima: í Ríkisfelagsskapinum.
Tíbetur valdi Aksel rætt.
Á landsfundinum lat hann al­heimin vita, at nú skuldi Javn­aðar­flokkurin aftur verða ein "sam­ríkisflokkur" - ein, ið tekur fult og heilt undir við Ríkisfelags­skapinum.
Javnaðarflokkurin var loksins komin heim aftur.
Ljóðið í pípuni broyttist
Síðani tá er nógv hent.
Pípan hjá Javnaðarflokkinum fekk brátt annað ljóð.
Fleiri munnu minnast, at tveir mánaðir eftir landsfundin var ein sekterisk uppgerð í Tjóðveldinum.
Garparnir vóru í hornatøkum. Stríðið endaði við, at Høgni Hoy­dal lá oman á floksfelaganum Sjúrði Skaale - ein av ídnastu full­veldis­monnunum á Løgtingi. Hann stakk í tjóðveldissekkin og fann síðani dyrnar sjálvur.
Bert fimm mánaðir eftir sam­ríkis-landsfundin í Javnaðar­flokk­inum varð fullveldismaðurin Sjúrður Skaale innlimaður í sam­ríkis­flokkin.
Politiskt skurraði hetta ikki sørt.
Ikki nokk við tað.
Í einari taktiskari manøvru varð fyrrverandi tjóðveldistingmaðurin rullaður í positión sum "spísskandi­datur" til fólkatingsvalið í sep­temb­er 2011.
Manøvran virkaði. Sum takk fyri seinasta nápaði Sjúrður Skaale fólkatingssessin frá Høgna Hoydal, og - hokus pokus filiokus - so var ein fullveldismaður vorðin umboð fyri samríkisflokkin á Fólkatingi.
Smart? Ja, men í stríð við út­meld­ingina hjá Akseli V. Johannesen á landsfundinum.
Nógv javnaðarfólk, ið kenna seg sum samríkisfólk, vóru illa við. Vit ríkisfelagsskapsfólk, ið hildu, at Javnaðarflokkurin var komin heim aftur, máttu seta spurnartekin við, um Javnaðarflokkurin er samríkis- ella fullveldissinnaður.
Spurningurin gnaddar fram­veg­is.

Tveir reiðmenn á sama gangara
Líka síðani fólkatingsvalið í 2011 hava tveir reiðmenn - tveir harrar - verið í Javnaðarflokkinum: for­maðurin og fólkatingsmaðurin.
At síggja til, vilja reiðmenninir ríða javnaðargangaran hvør í sína ætt. Annar vil fullveldisleiðina, og hin roynir at vera samríkis­sinn­aður.
Hvussu hevur hetta verið at sæð í nevnda tíðarskeiði?
Her eru nøkur dømi:
• Formaðurin sigur, at tað ikki er ráðiligt at tosa um ella arbeiða við at skerja ríkisveitingina. Fólka­tingsmaðurin sigur, at Ríkis­veitingin skal frystast og "útfas­ast".
• Formaðurin sigur, at flokkurin hevur ikki sum mál, at fara úr ríkisfelagsskapinum. Fólka­tings­maðurin samanber føroyingar í Ríkisfelagsskapinum við kúg­aðar myrkar amerikumenn í ´50´unum.
• Formaðurin sigur, at ráð eru ikki til yvirtøkur. Fólkatingsmaðurin arbeiðir júst í hesum døgum við yvirtøku saman við ein­um lands­­stýrismanni úr Fólka­flokk­inum.
Og so framvegis.

Taktiskt ella veruligt
Dømini omanfyri vísa, at við aðrari hondini er Javnaðarflokkurin sam­ríkissinnaður og við hinari full­veldissinnaður.
Man kann spyrja seg sjálvan, um talan er um ein ætlaðan tak­tikk, ella um Javnaðarflokkurin veruliga er ósamdur við seg sjálvan, tá ið umræður Ríkisfelagsskapin, Ríkisveitingina og yvirtøkur av málsøkjum.
Nakað eintýðugt svar havi eg ikki.
Møguliga er hetta eitt bland av báðum, tí um Javnaðarflokkurin skal vaksa, skulu samríkisatkvøður til. Og um fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum skal aftur­­veljast, er brúk fyri full­veldis­at­kvøðum.
Tað álvarsliga er, at sam­ríkis­sinnað í Føroyum ikki vita, hvar ið Javnaðarflokkurin stendur.
Nakað á sama hátt, sum sam­bands­veljarar seinastu tvey árini hava staðið spyrjandi yvir fyri Ríkis­felagsskapspolitikkinum hjá pørtum av Sambandsflokkinum.
Saman um tikið ber hetta í sær, at fullveldiskreftirnar hava meira ella minni frítt spæl í einum landi, sum hevur harðliga brúk fyri stabiliteti og tryggleika.
Sum kunnugt fáast hesi bæði í Ríkisfelagsskapinum.
Nú er brúk er fyri erligum og greiðum útmeldingum á sambands- og samríkisvonginum í Føroyum.