Tað hevur verið av ringasta veðri seinnapartin í dag og í kvøld og løgreglan hevur havt úr at gera at taka ímóti fráboðanum um skaðar.
Telefonirnar hava gløtt og skaðafráboðanir eru komnar inn í stríðum streymi, sigur løgreglan
Tá ið vit tosaðu við vakthavandi fyri løtu síðani, segði hann, at tey høvdu fingið lagt yvir 100 fráboðanir um skaða.
Tá ið tað varð greitt, at hetta fór at vera ein av teimum stóru skaðadøgnum, varð eyka manning boðsend til arbeiðis at avgreiða allar fráboðanirnar.
Løgreglan sigur, at enn koma fráboðanir í hópatali, men kanska er tað heldur longri ímillum at telefonin ringir nú
- Vit hava varhugan av, at tað er linkað eitt sindur, sigur løgreglan.
Fráboðanir eru komnar úr øllum landinum, men ringast er statt norðanfyri, í Klaksvík, í Sundalagnum og aðrastaðni.
Men eisini í Suðuroy eru stórir skaðar. Tekjan er farin av nýggju frystugoymsluni hjá Varðanum og sum tað sæst í aðrari grein her á in.fo fóru eini hús í luftina-fyri aðru ferð.
Klædningur er eisini farin av skúlanum í Trongisvági.
Annars er hetta teir vanligu skaðarnir, at tekjur ríva, klædningur loysnar, rútar brotna, o.s.fr.
Summir staðar eru stórir. Stálkonstruktiónin í nýggja FSF húsinum í Gundadali, er slitnað úr betonginum, tekjan er farin oman av Vinnuháskúlanum og á einum bygningi í Smiðjugerði er eisini ein tekja farin.
Bjargingarlið hava havt úr at gera at tryggja tað, sum farið er, so at tað ikki fýkur á onnur og elvir til størri skaða og at bjarga tí, sum hevur fingið skaða frá at fáa enn størri skaða.
Tað er framvegis nógvur vindur, men eftir forsøgnini skuldi tað ringasta verið av nú.
|










