Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey ísfiskalínuskip, sum hava fiskað í íslendskum sjógvi, koma heim at landa í vikuni sum kemur. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Eitt triðja [...] byrjaðir túr og koma neyvan inn at landa í næstu viku. Fýra línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og tey koma helst inn at landa síðst í næstu viku, tá streymurin verður harðastur. Skipini undir Føroyum fáa [...] íslendskum sjógvi. Restin av línuskipunum liggja við bryggju. Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, at streymurin verður harður, og veðrið verður ikki av tí besta
Tey, sum fáa sær hutapumpur at hita hús og vatn við, skulu nú verjast betur. Landsstýrið fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tey, sum fáast við at seta hitapumpur upp heima hjá fólki, skulu lúka [...] Væntandi verða hitapumpur ein týðandi partur av tí og tí er neyðugt at seta krøv til hitapumpurnar, og tey, sum seta tær upp, fyri at tryggja eitt gott úrslit, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í við
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri skip koma inn at landa í næstu viku. Eitt skip kemur at Flemish Kap við toski og tvey - ella møguliga trý - koma undan Føroyum við toski, hýsu, longu og brosmu [...] kemur at hava nakað av svartkalva og blálongu. Um frystilínuskipini, sum eru yvir á Flemish Kap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at hesi í vikuni, sum kemur, fara at landa í St. Pierre í Ný Foundlandi [...] sær út til at fara at roynast. - Vit vænta tí, at nakað verður av útróðrarfiski í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tey, sum koyrandi eftir Fámjinsvegnum á miðdegi í dag, fingu sær ein lítlan hvøkk, tí ein hampiliga stórur steinur lá mitt á vegnum. Mett verður, at steinurin vigar útvið 100 kilo og hann kom á vegin beint [...] beint vestanfyri skarði. Ongin bilur var fyri, tá ið steinurin leyp. Men so heppin eru tey ikki altíð, tí fyri nøkrum árum síðani var ein bilur fyri, tá ið tað leyp á vegin og hann rakti í hjálmin á einum [...] tunnil á einar 700-800 metrar, ella sum Leynatunnilin, hevði loyst allar trupulleikarnar, og tí vóna tey, at hann kemur, eftir at politikarar hava tosað um hann í ein mansaldur.
Danmark hevur gjørt eina barr, har tey eldru kunnu hoyra tónleik frá gomlu døgunum og drekka ein sjuss. TV2 veit at siga, at einaferð um vikuna er barr á røktarheiminum, har tey eldru fáa høvi at hugna sær og [...] í, hvat teimum eldru dámar og gera nakað við tað. Hetta er eitt sosialt tiltak, sum passar væl til tey ungu menniskjuni, sum eru inni í teimum eldru, sigur Bente Thygesen, sum er leiðari á røktarheiminum
galdandi sáttmála. Tað siga manningarfeløgini í tíðindaskrivi. Tey skriva víðari: »Tey trý manningarfeløgini hava lýst mynstringarbann, har tey nokta limum sínum at mynstra við Hoyvík, so leingi ongin avtala
vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, og In.fo kann leggja aftrat, at tað hava teir gjørt seinastu tíðina. Í gjár, tá tey á Fis [...] garnaskipunum, sum fiska svartkalva, er brúkiligur, men veiðan eftir havtasku er meira smálig, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
smildur, og at tað ljóðaði sum eitt byrskuskot. Tá ið løgreglan kom á staðið, sóu tey ein mann ganga við byrsu og tey fingu hana frá honum. Maðurin var rættiliga ávirkaður og hann varð tikin á støðina [...] hevur ligið nøkrum eftir lívinum, sigur løgreglan. Maðurin við byrsuni er vælkendur av løgregluni. Tey vita eisini, at hann eigur vápn og hann hevur somuleiðis vápnaprógv, og byrsan hann skeyt við, var
– Børn og ung hava ongantíð verið so stressaði, sum tey eru í dag. Kanningar vísa, at børn eru strongd, hava angist og eru einsamøll, og hesi tølini eru vaksandi, hóast vit ongantíð hava havt tað so gott [...] mótið. Hon segði eisini, at orsøkirnar til strongd hjá børnum kunnu vera mangar, sum til dømis, at tey eru ov upptikin, hava trupulleikar heima ella sosialu miðlarnir. – Eg haldi, at tað er uppgávan hjá [...] Vit eiga at vera nærverandi og tøk í gerandisdegnum sum foreldur, tí børn hava tørv á at kenna, at tey hava týdning, eru virðismikil, hoyrd og sædd, sigur hon.
at fólk eru før fyri at arbeiða sjálvstøðugt, og at tey eru sinnaði at taka ábyrgd. - Vit ynskja, at fólk hava góð samstarvs-og samskiftisevni, og tey eru før fyri at geva børnunum ein tryggan, mennandi [...] stovnin og leggja til rættis eitt tilboð um frítíðarskúla í kommununi. Tað sigur Skálavíkar kommuna, nú tey ætla sær undir eitt frítíðarskúlatilboð til skúlabørn í kommununi, ætlað børnum til og við 3. flokki