– Børn og ung hava ongantíð verið so stressaði, sum tey eru í dag. Kanningar vísa, at børn eru strongd, hava angist og eru einsamøll, og hesi tølini eru vaksandi, hóast vit ongantíð hava havt tað so gott sum í dag, segði Kala Rajani Hansen, heilsufrøðingur við Kringvarpið í morgun.
Hon greiddi frá, at teknini kunnu vera, at børnini hava ilt í búkinum, høvuðpínu ella missa mótið. Hon segði eisini, at orsøkirnar til strongd hjá børnum kunnu vera mangar, sum til dømis, at tey eru ov upptikin, hava trupulleikar heima ella sosialu miðlarnir.
– Eg haldi, at tað er uppgávan hjá foreldrunum at seta karmar um lívið, sum vit ynskja, at barnið skal hava og hava samband við barnið og taka tað upp, um barnið ikki trívist í onkrum í genandisdegnum, sigur hon
– Vit eiga at vera nærverandi og tøk í gerandisdegnum sum foreldur, tí børn hava tørv á at kenna, at tey hava týdning, eru virðismikil, hoyrd og sædd, sigur hon.