Mynstringarbann lýst móti Hoyvík

– Nýggja uppsjóvarskipið Hoyvík hjá Thor í Hósvík sleppur ikki til fiskiskap fyribils, tí skipið hevur onga avtalu gjørt við manningarfeløgini og lýkur tískil ikki galdandi sáttmála.

 

Tað siga manningarfeløgini í tíðindaskrivi. Tey skriva víðari:

 

»Tey trý manningarfeløgini hava lýst mynstringarbann, har tey nokta limum sínum at mynstra við Hoyvík, so leingi ongin avtala er gjørd við reiðaríið.

 

Manningarfeløgini hava fyrr í vikuni vent sær til Hans Andrias Kelduberg, reiðara á Hoyvík, fyri at biðja hann koma at samráðast um eina avtalu at galda fyri skipið, men hann hevur ikki svarað aftur. Nú er skipið á veg til Føroya, og neyðugt var at lýsa mynstringarbannið í stundini at forða fyri at skipið fer til fiskiskap í sáttmálaloysi.

 

Hoyvík er keypt úr Noregi fyri slakar 20 milliónir krónur. Skipið hevur fyrr verið heimahoyrandi í Føroyum sum ávikavist Gullfinnur og Høgaberg. Sambært in.fo fór Hoyvík úr Egersund í Noregi á middegi í gjár og kemur á Havnina tíðliga í morginsárið.«