- Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin og leggja til rættis eitt tilboð um frítíðarskúla í kommununi.
Tað sigur Skálavíkar kommuna, nú tey ætla sær undir eitt frítíðarskúlatilboð til skúlabørn í kommununi, ætlað børnum til og við 3. flokki komandi skúlaár.
Í sínari lýsing sigur Skálavíkar kommuna, at arbeiðstíðin hjá frítíðarskúlaleiðaranum verður 30 tímar um vikuna og av tí, at talan er um eina royndarskipan, verður starvið fyribils avmarkað til hin 30. juni í 2019.
Tað, sum Skálavíkar kommuna væntar av møguligum umsøkjarum, er, at fólk eru før fyri at arbeiða sjálvstøðugt, og at tey eru sinnaði at taka ábyrgd.
- Vit ynskja, at fólk hava góð samstarvs-og samskiftisevni, og tey eru før fyri at geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag.
Skálavíkar kommuna sær fram til, at komandi frítíðarskúlaleiðarin helst er útbúgvin námsfrøðingur, men søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk verða sett í fyribils starv.