leygardagin, at tað var spell, at umstøðurnar ikki vóru heilt tær somu at kappast hjá fremstu bátunum. Møguleikin varð aftur nevndur at skipa fyri kvalifikatiónsróðri undan norðoyastevnuni, soleiðis at tað eisini [...] kappingini, sum var í Klaksvík leygardagin. Og tað var um reppið, at allir seks vinnararnir vóru úr høvuðsstaðnum. Smyril úr Vági syrgdi fyri, at ikki allir vinnararnir vóru úr Suðurstreymi. Blikur av Argjum [...] málið var tað ikki so galið. Landssynningurin bar við sær, at tað skjótari gjørdist slættari hjá bátunum, sum lógu eystari. Neyvan nakar ivast í, at talan var um røttu vinnararnar. Í kappingunum, har eystastu
tær, at eg var sera fegin um, at tað vóru 1400 fólk úr øllum Føroyum, ið hoyrdu frumframførsluna av mínari symfoni, og havi eg aftaná fingið nógv góð orð við á vegnum um hetta verk. Nevndi eisini, at tó [...] Góði Eyðun Klakkstein Tað var við stórari undran at eg las Sosialin leygardagin 18 jan. Fyri tað fyrsta lat tú meg vita, at samrøðan tú gjørdi við meg áðrenn jól, skuldi nýtast til tína próvtøku á jou [...] Hon var eisini ætlað almenninginum, og tað helt eg meg greiða frá. Hevði eg havt illgruna um, at tú helt, at talan bara var um eina »skúlasamrøðu«, hevði eg als ikki gjørt hana. »Føroyingar skilja ikki
viðmerking er, at hetta er ein taktiskur brølari, har trupulleikarnir eru vorðnir sópaðir undir teppið í 10 ár, sigur Reidar Nónfjall, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni. Reidar Nónfjall heldur, at tað rættasta [...] rættasta hevði verið at broytt prísirnar so líðandi ígjøgnum árini, ístaðin fyri sum nú at koma við eini stórari príshækking, tí á henda hátt tykist tað alt ov ógvusligt. ? Vit hava tosað um príshækking í [...] um tænastuna, heldur Reidar Nónfjall, at hon er hækkað ár eftir ár, ímeðan prísirnir hava staðið stillir. ? Tá eg var á Strandferðsluni var næstan forboð fyri at røra tænastuna og tær rationaliseringarnar
settinum var kanska væntandi, at tað skulid gerast Mjølnir, sum dróg longra stráðið. Liðið telir fleiri av royndastu leikarunum í landinum, og tær hava áður víst, at tær megna at standa ímóti trýstinum, tá [...] Mjølnir hevði møguelikan at mest sum vissa sær FM-gullið, tá tær vitjaðu á Kambsdali sunndagin. Við einum sigri vildi munurin niður til næstu liðini í øllum førum verði somikið stórur, at sjálvt við einum tapi [...] hevði Mjølnir framvegis havt lagnuna í egnum hondum. Tað merkti so eisini, at fyri ÍF var hetta avgjørt seinasti møguleikin at halda fast í oddinum, og tað var so eisini hetta, sum tær megnaðu. ÍF vann
møguleikan at blanda seg, so skuldu teir eisini vinna dystin á Kambsdali sunnudgin, men tó at tað í øllum trimum settunum ikki var so øgiliga langt frá, so megnaðu teir ongan tíð av álvara at hótta heimaliðið [...] sum hevði peilað seg inn á mótstøðuna, var einki at gera. Eitt stig restar Við sigrinum á Mjølni syrgdi ÍF fyri, at teir nú bert eru millimtrar frá at tryggja sær FM-heitið. Fáa teir stig burtur úr bara [...] endaspælinum, tykist tað nú, sum um ÍF aftur er í ferð við at staðfesta støðuna sum sterkasta mansliðið í landinum. Tvey tap á rað syrgdu annars fyri, at fyrst og fremst klaksvíkingar av álvara komu í part í
pláss eftir, men nú er við at verða fullsett. Hann sigur, at er onkur, sum fegin vil verða við, kunnu tey venda sær til hansara á tlf. 211949. Breið framsýning - Málið er at hava allar tættir við innan [...] Petur Hansen, samskipari, sigur, at rættiliga stórur áhugi er fyri bústevnuni, og nærum øll framsýningarplássini eru bíløgd. - Vit eru ovfarin av undirtøkuni. Ætlanin er at hava umleið 50 framsýnarar við [...] innan hús og innbúgv, og vit kunnu siga, at málið er rokkið. Dánial Petur sigur, at á bústevnuni verða framsýnarar, sum selja timbur, køkar, baðirúm, vindeygu, tak, tún & flísar, hita & sanitet, el-instalatiónir
lánum til virkir og feløg. Í hesum døgum hava vit fingið at vita, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ætlar at biðja løgtingið um loyvi til at strika fleiri hundrað milliónir av toll-, mvg- og skattaskuld [...] skattaskuld hjá (somu?) virkjum og feløgum. Til hetta er í fyrsta lagi at siga, at um hesi feløg og virkir, sum skylda landskassanum eina lítla milliard, lógfrøðiliga í stóran mun eru strikað og onki eiga, [...] sum skal viðgera málið, at krevja yvirlit yvir skuldararnar og sundurliðing av skuldini soleiðis: - B-skattur - P/f-skattur - Mvg - Tollur - Annað Og løgtingsnevndin átti eisini at kunnað samanborið nevnda
Tú skalt royna at vera so objektiv sum møguligt og ikki bara atkvøða fyri tínum vinum ella systkinabørnum. Og so hinvegin. Kann man lata vera? Eg haldi, at tað slepst nokk ikki undan at vinar- og familjubond [...] og tí eigur tú fyrst og fremst at taka støðu útfrá tí tónleiki, sum bólkarnir spæla, heldur Jónas Bloch Danielsen, annar av gittarleikarunum í MC-Hár. - Og minnst til at tónar kunnu ikki vera lokalpatriotiskir [...] Danielsen úr MC-Hár. Gestir: Royn at vera opin og objektiv - Tað skal helst liggja ein meting og ein avgerð aftanfyri dømingina, annars gevur tað ikki rættiliga meining at døma. Um tú av tilvild kennir b
Pappír Kvota 2 krevur, at tú hevur pappírsarbeiðið í lagi. Kvotan krevur váttanir, tal av arbeiðstímum, eintøk av lønarseðlum og so víðari. Kvota 2 krevur tí, at tú fert í holt við at fyrireika umsóknina [...] bíðilisti. Sagt verður, at skilabest er at søkja standby um tú bert søkir eina útbúgving, ella til ta útbúgvingina, sum stendur seinast á prioriteringslistanum. Orsøkin til hetta er, at um tú vilt standa standby [...] t 1. juli. Upptøkugrundarlagið á kvotu 1 er einans próvtøkutalið. Orsøkin til, at umsóknarfreistin er tann 1. juli er, at so kunnu tey, sum fáa prógv síðst í juni eisini søkja inn. Kvota 2 Kvota tvey hevur
Katrin Johansen, vóru at hitta. Heidi heldur at stórt var at vinna silvur og bronsumerki í OL-leikinum og at vinna gull og bronsumerki í EM-kappingini í Stokkholm í fjør. Og aftaná ikki at kunna svomið síðani [...] Eiði. Eisini er Heidi sera populer niðri. Hon hevur fingið áheitanir um at koma niður at svimja, men pápi hennara heldur fast við at hon skal verða verandi í Føroyum. Heidi er í uppskoti til ársins ítrottarfólk [...] svimji. Skjótt fari eg at fáa eina svimjimaskinu heima, ið er ein styrkivenjingarbonkur. Tað fái eg fra Eiði kommunu sum ein hjálp, so kann eg trena heima í staðin fyrí altíð at fara til Havnar. Har er