Hvussu skal eg atkvøða?

Fyri fyrstu ferð í 8 ára langu Prix Føroyar søguni verða sjónvarpshyggjarar og útvarpslurtarar kring alt landið tiknir upp á ráð, tá ein vinnari skal kjósast í kvøld. Men hvussu skal man so atkvøða? Vit hava biðið nakrar av luttakarunum um ráð.

MC-Hár:
 
Vel tann tónleik, sum kemur tær við
 
- Tónleikurin er tað mest umráðandi i tónleikakappingini Prix Føroyar, og tí eigur tú fyrst og fremst at taka støðu útfrá tí tónleiki, sum bólkarnir spæla, heldur Jónas Bloch Danielsen, annar av gittarleikarunum í MC-Hár.
- Og minnst til at tónar kunnu ikki vera lokalpatriotiskir. Um tær til dømis ikki dámar gøtumenn, men tónleikurin hjá einum bólki úr Gøtu rørir nakað í tær, so vel hann kortini. Lurta uttan fordómar, ver opin fyri øllum, og vel síðan tann tónleikin, sum kemur tær við, sigur gittarleikarin.
- Og um tú ert í iva, so kanst tú altíð atkvøða fyri MC-Hár, tí MC-Hár elskar jú øll, eru seinastu ráðini frá Jónas Bloch Danielsen úr MC-Hár.
 
 
 

Gestir:
 
Royn at vera opin og objektiv
 
- Tað skal helst liggja ein meting og ein avgerð aftanfyri dømingina, annars gevur tað ikki rættiliga meining at døma. Um tú av tilvild kennir bassspælaran í einum av bólkunum, so eigur tað ikki at vera nokk, til at bólkurin fær tína atkvøðu, heldur Knút Eysturstein, ljómborðsleikari í Gestum.
- Royn og ver so opin og objektiv, sum til ber, lurta eftir tónleikinum, legg merki til løgini og samanspælið, og atkvøð síðan fyri tí bólkinum, sum segði tær mest, eru ráðini frá Knúti Eysturstein úr Gestum.
 
 
 
 Déjá Vu:
 
Atkvøð bara fyri tí tú vilt
 
- Tú skalt royna at vera so objektiv sum møguligt og ikki bara atkvøða fyri tínum vinum ella systkinabørnum. Og so hinvegin. Kann man lata vera? Eg haldi, at tað slepst nokk ikki undan at vinar- og familjubond fara at ávirka nógvar hyggjaratkvøður. Um man hevur vinarbond til ein bólk, heldur man kanska automatiskt at tann bólkurin er betri enn hann í veruleikanum er. Eg kann í hvussu er gott fyristilla mær, at eg hevði latið meg ávirkað um so var. So atkvøð bara fyri tí tú vilt, eru ráðini frá Líggjasi Olsen, sangara og ljómborðsleikara í Déjá Vu