Bústevnan
Runavík: Bústevnan, Hús & Innbúgv, er nú farin at nærkast. Stevnan verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík og í einum stórum tjaldi, sum verður sett upp við síðuna av. Stevnan letur upp fríggjadagin, 4. apríl og verður opin til og við sunnudagin, 6. apríl. Samlaða framsýningarøkið verður fleiri enn 1000 fermetrar, og tað er ikki vanligt í Føroyum.
Dánial Petur Hansen, samskipari, sigur, at rættiliga stórur áhugi er fyri bústevnuni, og nærum øll framsýningarplássini eru bíløgd.
- Vit eru ovfarin av undirtøkuni. Ætlanin er at hava umleið 50 framsýnarar við á stevnuni. Enn er okkurt pláss eftir, men nú er við at verða fullsett.
Hann sigur, at er onkur, sum fegin vil verða við, kunnu tey venda sær til hansara á tlf. 211949.
Breið framsýning
- Málið er at hava allar tættir við innan hús og innbúgv, og vit kunnu siga, at málið er rokkið.
Dánial Petur sigur, at á bústevnuni verða framsýnarar, sum selja timbur, køkar, baðirúm, vindeygu, tak, tún & flísar, hita & sanitet, el-instalatiónir, el-útbúnað og gardinur.
- Aftrat hesum verða eisini fíggingarstovnar og tryggingarfeløg við, sigur hann.
Dánial Petur sigur, at stevnan er fyri øll, sum hugsa um bygging, umbygging ella umvælingar av sethúsum ? og eisini fyri tey, sum leita eftir hugskotum innan hetta økið.
- Fleiri framsýnarar leggja eisini dent á tað nýggja, sum rørir seg innan hús og innbúgv, sigur hann.
Samskiparin sigur, at stigtakararnir eru ovfarnir av tí stóru undirtøku, sum bústevnan hevur fingið.
Ymisk tiltøk
Í samband við stevnuna verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Runavíkar kommunu teir dagarnar, stevnan varar.
- Handlarnir verða longri opnir, og Kunningarstovan fer at skipa fyri framsýningum, sigur Dánial Petur Hansen.
Tað verður býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, sum setir stevnuna fríggjadagin, 4. apríl.
Ætlanin er eisini at hava eitt hvørt undirhald, tá ið setanin verður.
Tað er Dekostovan, sum tekur sær av básunum.