Svimjing
? Vit sóu beinanvegin at hon var eitt stórt talent við stórum svimjigávum. Hon var skjót og so lá hon heilt ótrúliga væl á vatninum. Hon bleiv betri og betri fyri hvørja ferð, sigur Katrin Johansen, venjari. Í gjár var tíðindafundur á Hotel Hafnia, har Heidi Andreasen og venjarin hjá henni, Katrin Johansen, vóru at hitta.
Heidi heldur at stórt var at vinna silvur og bronsumerki í OL-leikinum og at vinna gull og bronsumerki í EM-kappingini í Stokkholm í fjør. Og aftaná ikki at kunna svomið síðani august, kom tað sum eitt stórt og yviraskandi herðaklapp. Men Heidi verður vónandi før fyri at leypa í hylin aftur í apríl, har hon má byrja frá grunduni av, og trena upp til VM-kappingina sum verður í Agentina í desembur.
? Sjálvt um eg ikki havi svomið í seinastuni havi eg styrkivant, sum eg eisini geri tá ið eg svimji. Skjótt fari eg at fáa eina svimjimaskinu heima, ið er ein styrkivenjingarbonkur. Tað fái eg fra Eiði kommunu sum ein hjálp, so kann eg trena heima í staðin fyrí altíð at fara til Havnar. Har er jú eingin svimjihylur á Eiði.
Eisini er Heidi sera populer niðri. Hon hevur fingið áheitanir um at koma niður at svimja, men pápi hennara heldur fast við at hon skal verða verandi í Føroyum.
Heidi er í uppskoti til ársins ítrottarfólk við breki til Laureus sports awards 2002, ið bara er eitt trý ára gamalt tiltak. Fýra onnur eru eisini í uppskoti til tað sama, tað eru, Earle Conners, atletik úr Kanada, Gerd Schonfelder, skíing úr Týsklandi, Beat Schwarzenbach, súkkling úr S., Esther Vergeer, rullistóla tennis úr Hollandi.
Aðrar nominatiónir eru millum annað ársins ítrottarmaður, ársins ítrottarkvinna og ársins lið. Har eru fólk sum Ian Thorpe, Tiger Woods, Jennifer Capriati og Inge de Bruijn nomineraði. Og tvey sera kend lið eru Bayern München og Los Angeles Lakers.
Laureus world sport awards verður 14. mai í Monaco, og verður víst beinleiðis í sjónvarpinum, vónandi eisini í Føroyum.










