Kvota 1
Kvota eitt hevur umsóknarfreist 1. juli. Upptøkugrundarlagið á kvotu 1 er einans próvtøkutalið. Orsøkin til, at umsóknarfreistin er tann 1. juli er, at so kunnu tey, sum fáa prógv síðst í juni eisini søkja inn.
Kvota 2
Kvota tvey hevur ikki miðaltal, sum upptøkugrundarlag. Har eru tað onnur viðurskifti, sum verða mett sum førleikagevandi. Tey, sum søkja inn eftir kvotu 2, eru tey, sum hava ov lágt miðaltal til eina ávísa útbúgving. Upptøkugrundarlagið verður so ein meting av tí einstaka
Stig
Um søkt verður eftir kvotu 2, eru tað ávís viðurskifti, sum kunnu geva tær stig, so møguleikararnir betrast fyri at sleppa inn. Tað verið seg háskúlauppihald, uttanlandauppihald, ungdómsarbeiði, viðkomandi arbeiði og so framvegis.
Bara kvota 2
Nakrir lærdir háskúlar brúka bara kvotu 2 sum upptøkugrundarlag. Eitt nú journalistaháskúlin í Århus hevur bara kvotu 2, har upptøkan er ein upptakilsisroynd. Eisini tildømis tónleikavísindi. Miðaltalið telur ikki við, men tað er ein persónlig meting av tí einstaka.
Pappír
Kvota 2 krevur, at tú hevur pappírsarbeiðið í lagi. Kvotan krevur váttanir, tal av arbeiðstímum, eintøk av lønarseðlum og so víðari. Kvota 2 krevur tí, at tú fert í holt við at fyrireika umsóknina tíðliga.
»Levnedbeskrivelse«
Tá søkt verður ígjøgnum kvotu 2, verður av lærda háskúlanum kravt, at tú hevur viðheft eitt sokallað »levnedsbeskrivelse«. Tað er ein skrivlig frágreiðing um teg sjálvan og hví tú velur júst at søkja hesa útbúgvingina. Eisini frágreiðingar um, hvat tú hevur tikist við seinastu tíðina skal vera við.
Standby
Standby er í stuttum ein bíðilisti. Sagt verður, at skilabest er at søkja standby um tú bert søkir eina útbúgving, ella til ta útbúgvingina, sum stendur seinast á prioriteringslistanum. Orsøkin til hetta er, at um tú vilt standa standby til eina útbúgving, sum til dømis er nummar trý av fimm á tínum lista, so fara umsóknarpappírini ikki víðari, um tú ikki sleppur inn. Standby verður nýtt um tú vilt satsa upp á eina útbúgving, har tú er júst ov stuttur at sleppa inn ígjøgnum miðaltal.
Kelda: Óli Wolles, lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy