Heim í stórum tali vórðu upployst, og fleiri túsund stungu í sekkin og rýmdu av landinum ? í stóran mun til Danmarkar.
Og landskassin! ? jú, hann endaði í somu grøv, hann fór falitt, og við hesum misti hann, tað vil siga skattaborgararnir, milliardaupphæddir, nevniliga alt tað sum við løgtingslógum var veðhildið fyri og veitt í lánum til virkir og feløg.
Í hesum døgum hava vit fingið at vita, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ætlar at biðja løgtingið um loyvi til at strika fleiri hundrað milliónir av toll-, mvg- og skattaskuld hjá (somu?) virkjum og feløgum. Til hetta er í fyrsta lagi at siga, at um hesi feløg og virkir, sum skylda landskassanum eina lítla milliard, lógfrøðiliga í stóran mun eru strikað og onki eiga, sum útlegg kann verða gjørt í, so krevst ikki loyvi frá løgtinginum at strika skuldina. Tað veit ein sýslumaður/landsstýrismaður sjálvandi betur enn nakar annar.
Og í øðrum lagi: Um skuldararnir við 900 milliónum í landskassaskuld ikki eru tilverustrikaðir, og henda ovurhonds stóra eftirstøða ikki er fyrnað, endar á løgtingsborðinum en bloc, so eigur løgtingsnevndin (fíggjarnevndin?), sum skal viðgera málið, at krevja yvirlit yvir skuldararnar og sundurliðing av skuldini soleiðis:
- B-skattur
- P/f-skattur
- Mvg
- Tollur
- Annað
Og løgtingsnevndin átti eisini at kunnað samanborið nevnda yvirlit við sundurliðing (specifikatión) av milliardatapunum, sum landskassin hevði í endanum av farnu øld jbr. »Frágreiðing um 80-árini« síðu 43-51.
Ein in blanco heimild frá løgtinginum at strika ótaldar milliónir av skattaborgaranna peningi, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur fráboðað, er ósømilig og ein háðan móti okkum, sum í hesum landi búgva.
Til sammetingar: Vit kunnu hugsa okkum lagnuna hjá fíggjarmálaráðharranum í einum av okkara grannalondum, sum hevði dittað sær at komið við tílíkum tanka sum hesum, ið er kunngjørdur hvørjum húski í Føroyum. T.d. um stjórnin í Danmark hevði í kvittan at strika 70 milliardir í skatta-, toll- og momseftirstøðum; ? hvørjar avleiðingar hevði tað fingið?










