Eingin avgerð

ÍF sendi spenningin í FM-stríðnum í hæddina, tá tær vunnu heimadystin á Mjølni

Kvinnuflogbóltur

Mjølnir hevði møguelikan at mest sum vissa sær FM-gullið, tá tær vitjaðu á Kambsdali sunndagin. Við einum sigri vildi munurin niður til næstu liðini í øllum førum verði somikið stórur, at sjálvt við einum tapi í trupla útidystinum móti TB um tvær vikur hevði Mjølnir framvegis havt lagnuna í egnum hondum.

Tað merkti so eisini, at fyri ÍF var hetta avgjørt seinasti møguleikin at halda fast í oddinum, og tað var so eisini hetta, sum tær megnaðu.
ÍF vann nevnliga ein sera spennandi dyst 3-2. Og sum skilst á lagnum, so var talan eisini um ein uppibornan sigur. Fyrsta settið var tað annars Mjølnir, sum trýsti á, men tá ÍF so fótaði sær, tóktist bara at ganga annan vegin. Serstakliga triðja settið var munurin stórur millum liðini, men tá Mjølnir so kortini svaraði aftur, kom av álvara lív í áskoðarafjøldina.
Í avgerandi settinum var kanska væntandi, at tað skulid gerast Mjølnir, sum dróg longra stráðið. Liðið telir fleiri av royndastu leikarunum í landinum, og tær hava áður víst, at tær megna at standa ímóti trýstinum, tá aðrar mugu gevast, men so varð tó ikki hesaferð.
ÍF reistist aftur. Við Nikolinu Alter sum stóra smasharanum trýstu tær gestirnar afturá, soleiðis at hesar fyri tað nógva vóru í verjustøðu, og við einum tryggum 15-9 sigri í javnbrótarunum, skutu tær FM-stríðið víðopið.
Sigurin hjá ÍF ber nevnliga ikki bara við sær, at ÍF nú er aftur í hitanum. Tað eru meistararnir av Tvøroyri eisini. Tær sita kanska við sterkastu kortunum í hondunum, nú tær eiga heimadystir móti bæði ÍF og Mjølni til góðar, men hinvegni hevur ÍF enn ikki tapt landskappingardyst fyri TB í ár.
Hvussu verður og ikki, tykist í øllum førum púrasta vónleyst at gita í løtuni. Men eitt er víst, og tað er, at tey bæði komandi vikuskiftini verða av tí heilt spennandi slagnum. Bæði fyri føroyskan flogbólt sum heild, og ikki minst fyri leikararnar á teimum trimum oddaliðunum.