myndir, har frágreiðing er til hvørja. Framsýningin er býtt í tvey. Ein partur hevur við fiskiskap at gera, og ein um russarnar. Framsýningin verður opin í tríggjar mánaðir. Um framsýningin eisini kemur [...] sigldu so tætt at monnunum í sjónum, sum til bar. Ringt er at hála vátar menn innanborða, ikki minst, tá ið panikkur er í, men eitt sum gjørdi tað enn verri, var, at russarnir høvdu bundið seg saman, fimm [...] hugsi ikki hvønn dag um hendan túrin, men av og á, og hvørja ferð, eg hitti onkran av manningini, sum var við, kemur prátið inn á hendingina. Tað er syrgiligt, hvørja ferð at hugsa um, men eg meini ikki
Liðið liggur enn á triða plássinum, men munurin er styttur upp til Helsingør og K41 sum er klárt á odda. 17. mars verður seinasta umfar leikt, og tá verður mótstøðulið føroyinga nettupp K41. Er eitt undur [...] góðar taktir og vann á Bergi Magnussen. 2-2 er undir vanligum umstøðum eitt hampiligt úrslit hjá havnarmonnum móti teimum royndu hvalvíkingunum, men tá talan er um at vinna inn á klaksvíkingar, eru havnarmenn [...] sama taki. Staðið er Eysturskúlaaulan, kl 13.00 leygardagin 2. mars. Sunnudagin 3. mars verður stór barna ? og ungdómskapping - tann næsta í røðini - leikt á sama staðið. Tekning er við at venda sær til
góðskan á leikarunum er eisini yvir høvur hægri enn hjá hinum liðunum. At talentið hjá summum er betri enn hjá øðrum, er kanska heldur ikki nakað, sum hini liðni fáa gjørt nakað við, men tað er merkisvert, at [...] dystum sínum, tí at orkan hjá meistarunum er so nógv betri, enn hon er hjá hinum. Tað at orka nóg væl, er jú einasti eginleikin, har øll eiga at standa líka, og er talentið ikki nóg stórt, eigur at bera til [...] tað heldur ikki eydnaðist VB at skala VÍF, so er ilt at síggja, hvør yvir høvur ilt at síggja, hvussu nakar skal kunna nerta við tær. Ikki endiliga tí VB saman við VÍF er so nógv betri enn hini liðini í
móti veikaru liðunum í deildini. Hjá kolllfirðingum er hinvegin lítið annað enn æran at spæla fyri seinastu umførini. Liðið er í løtuni á niðasta sessinum í deildini, og tó at eingin niðurflyting verður, so [...] í stríðið um heiðursmerki. Kollfirðingar høvdu í grundspælinum eitt hampuliga gott tak á, men í endaspælinum hevur verið púrasta vónleyst hjá teimum, og fyrsti sigurin her kom ikki fyrr enn seinasta v [...] sunnudagin komu tey so niður aftur á jørðina. Tað eydnaðist nevnliga Tjaldrinum at vinna sær tvey stig í einum sera spennandi dysti, har einki var avgjørt, fyrr enn dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð.
soleiðis at tað var eitt sindur til hvønn. Fyrireikarnir hava enn ikki gjørt av, um eitt líknandi tiltak verður komandi ár, men hetta er als ikki óhugsandi, verður upplýst. [...] Ráðstevna Ráðstevnan, sum politisku ungmannafeløgini skipaðu fyri, eydnaðist, tá samanum kom, sera væl. Uppmøtingin var kanska ikki av tí allarbesta, og flestu luttakararnir vóru limir í ungmannafeløgum
Tíverrið eydnaðist heldur ikki at loysa trætuna um skúlan í Trøllanesi, men í tí málinum er landsstýrismaðurin í teirri støðu, at hann hevur heilt einfalt ikki heimild at skera ígjøgnmum, tí hetta er eitt [...] ar til løgtingsvalið í apríl, er tað í hvussu so er greitt, at ein av landsstýrismonnunum ikki verður at síggja í løgtinginum eftir valið. Tað er Óli Holm í Vági, sum er landsstýrismaður í mentamálum fyri [...] løgtingsval. Men so er ikki í hesum føri, sigur Óli Holm. ?Tá ið flokkurin heitti á meg um at gerast landsstýrismaður, var onki tosað um løgtingsval. Tað var ongin treyt frá flokkinum um, at eg skuldi stilla
dømi um, at amerikanskur kapitalur bara keypir upp europeiskar fyritøkur fyri seinni at steingja tær. Tað er, sum um vit eru sjálvdestruktiv og søkja sjálvbodnan trældóm. Liberalisma og fríhandil er bluff [...] sjálvi ikki eru ment at argumentera! Hetta er heilt í samsvar við Marx, sum í síni tíð helt fyri, at higartil hava filosoffar roynt at forklára verðina, ? tað, sum umræður, er at broyta hana! Bourdieu var tiltikin [...] tann nýggja samfelagsmótan, nýliberalismuna. Hetta kann fyri ein stóran part sigast um populistiska mótasociologin, onglendingin, Anthony Giddens. Men ikki um Bourdieu, hann var eingin vingliskøltur og stóð
og politiskt orðaskifti er at kalla eitt ókent fyribrigdi. Eingin lóglig politisk andstøða er í Laos, og tí er tað at kalla eingin, sum spyr, um politikkurin hjá myndugleikunum er tann rætti. Ungdómsbumba [...] gomlu liva eisini longur enn fyrr. Men kortini gongur tað ov seint. Og tað sæst eisini aftur í yvirlitinum, sum ST á hvørjum ári ger um viðurskiftini í umleið 170 londum. Hetta yvirlit lýsir búskaparvi [...] hjá ST er Laos í niðara endanum, og hóast fleiri lond og felagsskapir hava stuðlað menningini, er landið dottið tvey pláss longur niður í yvirlitinum, síðani tað varð kunngjørt seinast. Tað er vert til
Árni. Tað er eisini týðiligt, at her ikki er talan um ein parkeringsvørð, sum liggur og lúrir eftir at fanga ferðslusyndarar og sær eina fragd í tí. Árni er fryntligur og dámligur, og hann er eitt kent [...] aðrastaðni í stórbýnum. - Eg gevi ikki bøtur, um fólk parkera, har tey ikki skulu. Tað kann eg ikki, tí hetta er ikki alment øki. Eg gevi politinum eitt praj, um onkur hevur tiltuskað sær eitt parkeringspláss [...] sindur, men annars eru ongi sjónlig tekin um vanlukkuna. - Viðhvørt vakni eg um næturnar eftir at hava droymt um vanlukkuna og sæð hana fyri mær aftur. Tað er einki serligt. Ikki tí, eg eri komin yvir
verið besta liðið í landinum, og talan skal verða um eina sensatión av teimum stóru, um stigaposin ikki verður so rokandi fullur, tá seinasti dysturin er leiktur. Tillukku VÍF! Dysturin í tølum Stjørnan-VÍF [...] Hondbóltur ? kvinnur Hetta varð staðfest, tá VÍF hóskvøldið vitjaði í Klaksvík og vann fjórða sigurin av fýra møguligum á Stjørnuni hetta kappingarárið. Venjarin var eftir Upptaktin til dystin kundi tó [...] gjørdist heldur strævnari enn vanligt. Ein trafikkproppur við Hvalvík gjørdi, at leikararnir vórðu seinkaðar til Leirvíkar, og tó at skiparin á Dúgvuni bíðaði, so eydnaðist ikki at fáa venjaran, Jørleif