BAKGRUND
Árni Joensen
Øll tey almennu hagtølini vísa, at tað gongur tann rætta vegin. Færri doyggja longu sum børn, nógv fleiri børn ganga í skúla, og tey gomlu liva eisini longur enn fyrr. Men kortini gongur tað ov seint.
Og tað sæst eisini aftur í yvirlitinum, sum ST á hvørjum ári ger um viðurskiftini í umleið 170 londum. Hetta yvirlit lýsir búskaparviðurskiftini í teimum einstøku londunum, heilsuviðurskiftini og skúlaviðurskiftini. Á tí seinasta yvirlitinum hjá ST er Laos í niðara endanum, og hóast fleiri lond og felagsskapir hava stuðlað menningini, er landið dottið tvey pláss longur niður í yvirlitinum, síðani tað varð kunngjørt seinast.
Tað er vert til bíta merki í, at hetta er hent, hóast landið sambært almennu hagtølunum hevur havt ein búskaparvøkstur millum fimm og sjey prosent um árið tey seinastu árini.
Gloymt
Tá Vietnam-kríggið herjaði í sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum, var Laos ofta havt á munni, men árini síðani hava bæði grannalondini og umheimurin gloymt landið, sum valla verður tikið upp á tunguna í altjóða fjølmiðlunum longur.
Verandi stýrið í Laos hevur sín uppruna í bardaganum ímóti gamla franska hjálandaveldinum, ein bardagi, sum endaði við, at kongaríkið Laos fekk sjálvstýri í 1953. Tann kommunistiska Pathet Lao-rørslan, sum seinni varð umskipað til ein kollveltingarligan politiskan flokk, helt á við bardaganum, og við stuðuli frá samsintum í grannalandinum Vietnam eydnaðist tað rørsluni at taka valdið í Laos í 1975.
Eftir hetta frætttist lítið og einki um ella úr Laos. Hernaðarliga hevði landið lítlan og ongan týdning, í búsksparligum høpi var heldur eingin áhugi fyri landinum, og politiskt kundi landið eins væl ikki verið til.
Tað vóru tí eisini bara tey fægstu, sum varnaðust tað, tá Laos í 1986 fór in á eina nýggja búskaparliga kós. Malið var at seta tær marknaðarpolitisku skipanirnar í verk, og í 1991 varð felt inn í sjálva grundlógina, at Laos er eitt land við marknaðarbúskapi.
At marknaðarkreftirnar ikki hava fingið ta ætlaðu ávirkanina kemst av, at tann veruligi búskapurin framvegis er ógvuliga veikur, og at fólk framvegis liva sum í gomlum døgum. Sjálvt í høvuðsstaðnum Vientiane er vanligt, at fólk hava eitt ella tvey svín í garðinum aftan fyri húsini, og at tann elsti sonurin dyrkar so mikið av rísi, at tað kann nøkta tann dagliga tørvin hjá húskinum.
Stóran stuðul
Útlendskur stuðul er avgerandi fyri laotiska búskapin, og hildið verður, at næstan 80 prosent av teimum almennu íløgunum og 50 prosent av fíggjarlógini sava frá útlendskum stuðuli. Hetta ger tað sera trupult hjá myndugleikunum at leggja nakrar veruligar búskaparpolitiskar ætlanir, tí tað eru alt ov mong, sum vilja hava ávirkan á, hvussu peningurin skal nýtast. Stjórnin hevur kortini boðað frá, at hon fyrireikar eina sera víðfevnda ætlan, sum verður liðug einaferð seinni í ár.
Tá talan er um náttúruríkidømi, hevur Laos nóg mikið av vatnorku og stórar skógir, og landið útflytir eisini væl av el-megi tl grannalandið Thailand, samstundis sum nógv timbur verður útflutt til fleiri lond. Men hetta eru ikki vinnugreinar, sum útvega nógv arbeiðspláss. Nakað av klædnaídnaði er, men kanningar hava víst, at virðisøkingin í hesari vinnuni er sera lítil.
Tey, sum javnan vitja Laos, siga, at nógv er hent í landinum og serliga høvuðsstaðnum Vientiane tey seinastu árini. Byggivirksemið hevur verið stórt, og útlendsk ferðafólk hava eisini fingið áhuga fyri landinum. Men alt verður stýrt av einum miðsavnaðum stýrislagi, og politiskt orðaskifti er at kalla eitt ókent fyribrigdi. Eingin lóglig politisk andstøða er í Laos, og tí er tað at kalla eingin, sum spyr, um politikkurin hjá myndugleikunum er tann rætti.
Ungdómsbumba
Politisku leiðararnir í Vientiane vilja fegnir seta meiri ferð á marknaðarbúskapin, men trupullikin er, at teir samstundis vilja varðveita eitt neyvt eftirlit við tí, sum hendir í samfelagnum. Og hesi bæði eru trupul at sameina.
Seinastu árini hevur Laos leitað sær samstarv við onnur lond. Í 1997 kom landið upp í felagsskapin hjá londunum í Landssynningsasia, ASEAN, og hesi fýra árini hevur laotiska stjórnin samstarvað við fleiri av hesum londunum, serliga á tí uttanríkispolitiska økinum.
Laotiska stjórnin tykist eisini hava skilt, at tað dugir ikki at byrgja seg inni og at halda upp á gamlar siðir. Gøtumyndin í Vientiane vísir eisini týðiliga, at fólk hava áhuga í tí, sum hendir aðrastaðni, tí parabolantennurnar eru rættiliga tættar í býnum. Men samstundis hava myndugleikarnir ásannað, at tættari samband við umheimin er ikki bara av tí góða. Í 1999 vórðu tólv ungfólk løgd inn á sjúkrahús við rúsevnistrupulleikum, og longu árið eftir fngu fleiri hundrað ungdómar somu viðgerð á sjúkrahúusunum
Útlendskir hjálparfelagsskapir, sum arbeiða í Laos, siga, at hetta er bara byrjanin til tað, sum kann gerast nógv verri. Felagsskapirnir vísa á, at tey flestu ungu eru arbeiðsleys, og at útbúgvingarmøguleikarnir eru ógvuliga avmarkaðir, og tí er tað kanska bara ein spurningur um tíð, til hendan ungdómsbumban brestur, gera myndugleikarnir ikki okkurt munagott fyri at forða tí.
Útlendsku felagsskapirnir eru á einum máli um, at skal Laos sleppa undan hesum trupulleikum, er neyðugt, at myndugleikarnir skunda undir marknaðarbúskapin. Men tað krevur, at teir ráðandi politikararnir sleppa gomlum vanum so sum eftirlitinum við, hvat fólk havast at. Men fyribils hevur stjórnin ikki givið teimum ungu nakra vón í so máta.
Um Laos:
Alment navn: Laos - fólksins demokratiska lýðveldi
Landafrøði: Laos er 236.800 ferkilometrar. Grannalondini eru Vietnam, Kambodja, Thailand, Burma og Kina.
Fólk: Tveir triðingar eru av fólkaslagnum Lao Loum, sum yvirhøvur búgva í láglendinum og við Mekong-ósan. 22 prosent eru av fólkaslagnum Lao Theung, sum búgva í hálendinum, og í fjøllunum búgva tey, sum eru av fólkaslagnum Lao Soung.
Stýrisskipan: Kommunistisk einflokkaskipan við forseta og stjórn.
Átrúnaður: 60 prosent eru buddhistar, og umleið 35 prosent hava ymsan armimistiskan átrúnað. Ein lítil minniluti eru kristin.
Búskapur: Bruttotjóðarframleiðslan er 1300 amerikanskar dollarar fyri hvønn íbúgva.
Vinnuvegur: Umleið 80 prosent arbeiða innan landbúnað, skógarvinnu og fiskivinnu.